Dánial Hoydal

Dánial Hoydal

Úr Rithøvundabókini

Føddur í 1976 og eri havnarmaður. Landssjúkrahúsið, Barnagarðurin við Velbastaðvegin, Eysturskúlin, Neistin, B36, Studentaskúlin í Hoydølum, aftur á Barnagarðinum við Velbastaðvegnum (nú sum ein av 'konunum'), Suðuramerika, Sosialurin, Dimmalætting.

(mitt í øllum hasum rokanum royndi eg saman við nøkrum øðrum óvitum at fáa givið eitt yrkingasavn út hjá Fannum. Takk fái Árni Dahl fyri hansara kritiska sápil)

Haðani eitt lop til hagar, sum eg eri nú: Lesi retorikk og informatikk á Universitetinum í Keypmannahavn. Fáist annars við internetsmíð (millum annað rit.fo, pau.fo, mpiri.org og saxkvartet.dk), bókasavnsarbeiði, sang, føroyskan dans og annað forfallandi arbeiði (sum td. skaldskap). Onkra yrking er tónleikur gjørdur til.

Sum piltur las eg alla Gyldendals Klassikara-seriu. Nú er tað mest nýggj donsk yrkingasøvn, myndprýddar bøkur um vín (sum eg ongantíð fái ráð til) og ikki at gloyma góða gamla Heinesen, ið eg altíð seti meg upp í fangið á, tá umheimurin leikar á.

Almennu skriviroyndirnar eru

  • Endurstovnaði í '94 saman við øðrum næmingablaðið Vitan í Hoydølum eftir mong fellisár.
  • Eitt skifti á Sosialinum og fleiri á Dimmu.
  • Tekstin til vinnarauppskotið til nýggja ólavsøkukantatu ár 2000 í sambandi við 1000-ára-haldið av kristning Føroya. Tróndur Bogason gjørdi tónleikin.
  • Barnabókin Í Geyma, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2002 (myndir eftir Hanna Bjartalíð).
  • Umsetti saman við Annu Kristin Bæk sangleikin Godspell, ið varð framførdur í Studentaskúlanum í Hoydølum undir leiðslu av Riu Tórgarð í 2002.
  • Vegleiðari á fleiri bókaútgávum, m.a. einari føroyskari listabók og teknirøðini Føroya Krønika, ið eg eisini umsetti (Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2003)
  • Annars ávegis: Libretto til føroyska kamaropera saman við Sunleivi Rasmussen. Og vónandi nakað væl afturat...
  • Umsetti úr enskum saman við Annu Kristin Bæk sangleikin Joseph and the Amazing Technicolor Dreamcoat eftir Lloyd Webber & Rice.
  • Umsetti úr norskum operuna Eystein & Arnhild eftir Willy R. Kastborg til tónleik eftir Kristiani Blak. 

Tilskrift
Dalslandsgade 8, J302
2300 København S
Tlf: (+45) 32886784
Teldupostur: dhoydal@hotmail.com

 

 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar