Ebba Hentze


Úr Rithøvundabókini


Ebba Hentze, studentsprógv København 1950. Lisið bókmenta- og málfrøði á Københavns Universitet. Námsstyrk til lestur við Uppsala Universitet, Sorbonne, Rom og Wien í 1950-unum. 
Havi altíð skrivað. Debut (haldi eg) í Hvedekorn stutt aftan á studentsprógv. 
Skrivað stuttsøgur, reportagir, monologar og hugleiðingar og gjørt nógvar týðingar til Politikens Magasin og onnur bløð bæði í Danmark og Svøríki. Egnar stuttsøgur lisnar í Danmarks Radio og Sveriges Radio. Gjørt radioprogramm í D.R. og Sveriges Radio um bókmentir o.a. Litteraturkonsulentur á Gyldendal. 
Týtt umleið 70 enskar, amerikanskar, týskar, svenskar og norskar bøkur til danskt - eisini undir pseudonymi. 

FØROYAR
Havi arbeitt fyri at gera føroyskar bókmentir kendar uttan fyri Føroyar. Havi m. a. týtt:
Jens Pauli Heinesen: Bølgerne leger på stranden. 
Hanus Andreassen: Med Edgar Allan Poe i Solhavn. 
Oddvør Johansen: Livets sommer. 
Rói Patursson: Ligesom. 
Ólavur Michelsen: Færøhesten. 
Jóanes Nielsen: Saltet i dampende middagsgryder, Kirkerne på havets bund og skaldsøguna: Gummistøvlerne er de eneste tempelsøjler, vi ejer på Færøerne. 
Jógvan Isaksen: Grå oktober. 

Havi eisini funnið bókaforløg, ið vildu geva hesar bøkur út. Harumframt fingið yrkingar og stuttsøgur av føroyskum rithøvundum lisnar í Danmarks Radio. Av stuttsøgum serliga Heðin Brú, Hanus Andreassen og Jens Paula Heinesen. 

Eg skrivi á føroyskum og donskum:
Antonia og Morgunstjørnan
Antonia mitt í verðini
Mamman eigur meg
Mia, skúlagenta í Havn
Gulleygað.

Stuttsøgur og yrkingar í Brá, í skúlabókum o.s.fr., í antologium í Føroyum, Danmark, Noregi og U.S.A.
Antonia I og II og Bjørns søn (Mamman eigur meg) útgivnar í Danmark. 
Antonia útg. í Noregi og Svøríki. Týddar til og lisnar í íslendska, finska og svenska útvarpinum. 
Allar lisnar í føroyska útvarpinum. 

Týtt bøkur til føroyskt:
Týtt úrval av Edith Södergran: DIKTER til føroyskt (Ikki útg.)
Yrkingar í SPEJLINGER (Digte og noveller af kvinder 1977).

Drama:
M. a. týtt August Strindberg: Kronbruden til danskt (Aarhus Teater). 
Russell: Shirley Valentine til føroyskt. 
Jens Pauli Heinesen: Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi? til danskt. Ikki spældur. 

Con amore: Tvey ár næmingur í diktión og upplestri hjá donskum sjónleikara.

Tilskrift: C. Pløyens gøtu 9, 100 Tórshavn.

Aftur

Ritstjórnað: 26-09-2002

Upp

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar