|
Kristin Hervør Jákupsson - fødd 14/12 1944 við Gjógv. Dóttir Alexandru Joensen frá Gjógv. Gift 14.10.67 við Bárði Jákupssyni úr Havn. Børn: Róaldur, f. 6/3 - 74, Sveinur, f. 3/8 - 76 og Heðin, f. 7/10 - 80.
Útbúgving: Studentur úr Hoydølum 1965; Askov Højskole DK 1966, læraraútbúgving frá Hjørring DK 1971.
Størv: Á Vejle Amts Bókasavni 1966 - 67; barnagarði í Hjørring 1967 - 68; lærari á Kulsvierskolen í Hillerød 1971 - 72; Tórshavnar kommunuskúla 1972 - 76; Hoyvíkar skúla síðan 1976; lærugreinaráðgevi í føroyskum 1990 - 93; skúlabókavørður.
Bókaútgávur: Frálærubøkur í føroyskum: Sóljan 1978; Smæran 1978; Summardáin 1975; Blákollan 1976; Mýrifípan 1986; Krøkjan 1989; Baldursbráin 1990; Akkuleyan 1993. Læraravegleiðing er til allar hesar bøkur.
Saman við øðrum: Skriving 1 - 3; Betri Handskrift.
Týðingar: Erik Hjort Nielsen: Mundi tað vera trøllið 1985; Svend Otto S.: Tummi og Trina 1986; Petra Szabo: Glasblómulandið 1987; Veronica Leo: Jóansøkunátt 1987; Æsop: Revurin og Ásinið - við arbeiðsuppgávum.
Tilskrift: Nikolai Mohrs gøtu 3, 188 Hoyvík. Tlf. 14009
|