|
Esmar Jacobsen Gata f. 9.12.1925 í Norðragøtu, haðani navnið Gata.
Foreldur: Eliesar Jacobsen í Tjørnustovu og Sunnuva f. Heinesen í Súnastovu.
Giftur 17.3.1952 við Maud f. Djurhuus frammanfyri Garðar í Kollafirði.
Fýra synir: Sámal Andrias, Eliesar, Súni og Erling, tvær døtur:
Thordis og Ruth.
Gekk sjey ár í barnaskúla, fór sekstan ára gamal í prentaralæru
á „Dimmalætting" og var útlærdur hondsetari í 1946. Lærdi síðani
maskinseting á prentsmiðjuni „Bókaprent" og setti sjálvur fjórði
Bíbliuna í týðing Victor Danielsens. Var í fakskúla og meistaraskúla
í Keypmannahavn og starvaðist har eitt skifti. Kom heimaftur í 1951
og var á prentsmiðjuni í Bókhandlinum og síðani maskinsetari á
„14. September" í hálvtsjeynda ár. Fór so á bíbliuskúla
fyrst í Danmark og síðani í Noregi, og var eftir tað bæði
Monotype-setari á „Einars Prent" og trúboðari hjá Kirkjuliga
Missiónsfelagnum í nøkur ár, fyri síðani í 1965 at gerast fulltíðar
trúboðari, bæði heima á landi og sum sjómannatrúboðari; var 9
vertíðir í Vestmannaoyggjunum og eitt stutt skifti í Ravnoynni. Var
við til at stovna Prentarafelagið og formaður fyrstu árini.
Hvat tí skrivliga viðvíkur: Fyrstu yrkingarnar vóru í „Dimmalætting"
longu í lærutíðini, og í „Følv" í nøkur ár. Síðani vórðu
í „14. September" prentað bæði yrkingar og hittinorð, og í
1956 kom yrkingasavnið Fiólin við fyri mestapartin rímleysum
yrkingum, sum ikki vóru so vanligar tá. Var millum fyrstu limir í
Rithøvundafelagnum. Seinni eru komnar yrkingar av og á í ymsum bløðum,
men ikki fyrrenn í 1990 kom nýtt yrkingasavn við heitinum Tema við
frábrigdum, úrval úr fyrra savninum og nakrar nýggjar aftrat. Um
hesar yrkingar kann sum heild verða sagt, at tær eru yrkingar við
stigføstum gongulag.
Sum trúboðari: Skrivað umleið 270 kristiligar hugleiðingar í
„14. September" og allar endurprentaðar í „Sosialinum";
tær fyrstu 95 prentaðar í bókini „Sáðkorn". Týtt og prentað
bóklingar og bøkur gjøgnum „Kirkjuligt Missiónsblað" og stjórnað
blaðnum sjálvurannar í umleið 30 ár. Sumt er komið út sum bók
ella bóklingur og sumt liggur greitt til prentingar á forlagi.
Útkomið í bók:
Fiólin (yrkingar 1956),
Sáðkorn (stuttlestrar 1963),
Kirkjuligt Missiónsblað (blaðstjóri saman við øðrum frá 1963 í
umleið 30 ár),
Lógin og gleðiboðskapurin I-IV (týðing eftir C.O. Rosenius
1964-69).
Kristus og Skriftin (týðing eftir Hugo Odeberg 1970).
Andsdópur og andsfylling (týðing eftir Øivind Andersen 1973).
Hvussu fái eg frið við Gud (týðing eftir Øivind Andersen 1974).
Dópurin og kvøldmáltíðin (týðing eftir Erik Pontoppidan 1974).
Eitt støði og eitt stevnumið (týðing eftir Carl Fr. Wisløff 1976).
Høvuðssannleikar til sælu (týðing eftir Øivind Andersen 1977).
Rættvísgjørd av trúgv (týðing eftir Øivind Andersen 1980).
Gerandiskristin (týðing eftir Øivind Andersen 1983).
Tema við frábrigdum (yrkingar 1990).
Í handriti: Tríggjar bøkur mestsum greiðar til prentingar eftir
kendar høvundar: Erik Pontoppidan, Øivind Andersen og David Hedegård.
Tilskrift: Landavegi 59, 100 Tórshavn. Tlf. 14116
|