Marianna D. Dahl

Úr Rithøvundabókini

Marianna Debes Dahl f. í Vestmanna 24. 11. 1947. Foreldur: Louisa Mohr og Hans Debes Joensen. Ættað av Sandi, úr Havn, Hoyvík og Kaldbak. Flutti til Havnar í 1949. Gekk í barnagarði og skúla hjá Fransiskanarasystrunum í Havn. Fór 12 ára gomul niður á Marie Mørks kostskúla í Hillerød. Tók realprógv haðani í 1964 og fór síðan til USA eitt ár sum AFS - studentur. Tók studentsprógv á Toftegaards Statskursus í Keypmannahavn í 1967. Las fagrar bókmentir við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í tvey ár, fór síðan aftur til Føroya at búgva. Giftist í 1969 við Árna Dahl, fekk tvey børn, Tótu í 1970 og Teit í 1972. Tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975. Verið lærari á Venjingarskúlanum í Havn, á Føroya Fólkaháskúla, í Tjørnuvík og í Hattarvík. Verið leysliga knýtt at og gjørt sendingar til útvarpið. Starvast í løtuni á Føroya Náttúrugripasavni sum hjálparfólk og savnslærari. 
  
Felagsarbeiði: ein av teimum, ið endurstovnaðu Filmsfelagið, og limur í nevndini, til felagið sovnaði aftur, nevndarlimur í fleiri ár og formaður eitt ár í Rithøvundafelagnum, í tvey ár formaður í Listafelag Føroya, umboð rithøvundafelagsins í Listafólkasambandinum, fleiri ár skrivari í starvsnevndini í Listafólkasambandinum. Partur av tí lítla blaðbólkinum, sum frá 1983 til 1993 gav út blaðið "Fríu Føroyar", hvørs undirheiti var : Friður, sosialistiskt tjóðveldi og umhvørvisvernd. Ummælti hesi ár framførslur (tónleik/sjónleik) og framsýningar (pennaheitið í blaðnum: mdd, d og m). 
Skrivað: Skaldsøgurnar Lokkalogi 1984, Onglalag 1986, Faldalín 1988 og Vívil 1992. Stuttsøgusavnið Lepar 1980. Unglingaskaldsøgurnar Millumleikur 1978, Fløkjan 1978 og Síðsta skúlaárið 1980. Barnabøkurnar Burtur á heiði 1975, Dirdri 1979, Skilnaður 1981 og Prikkut vár 1989 (ikki útkomin enn). Smábarnabøkurnar Bjarta og snigilin 1983, Døgg er dottin 1984, Hanna og Hóri 1984, Hóri letur upp 1986, Sturli súkklar 1985, Alvi er og ferðast 1986, Tunnuflakin 1990 og Flosi fer í føðingardag 1990 (ikki útkomin enn). Myndabókina Sonurin 1990 (La Filo á esperanto). Lesibókina Ása fer í skúla 1983. Ferðafrásøgnina Latið altíð sólina skína 1982. Leikirnar Skálatoftir 1979 (saman við J. S. Hansen) og Bardagabørn 1990. Týddi Uppreisnin 1982, søgur úr Suður Afrika. Týddi og legði til rættis sum ljóðmyndir til útvarpið hesar skaldsøgur og endurminningar: Victor (um sangaran Jara úr Kili), Monir (úr Iran), Chico Mendes (úr Brasilia), Miriam Makeba (úr Suður - Afrika), Menn undir sól (úr Palestina), Zosia (sovjetisk søga úr 2. heimsbardaga), Tað langa brævið (úr Senegal), Edith Piaf (úr Fraklandi). 
Komið út á øðrum máli: 
Stuttsøgur í svensk/finska tíðarritinum Horisont og í Vi Mänskor. Søgur í svenskum og norskum søgusøvnum. Tjaldur sejler (Fløkjan, Danmark 1982) og Why Don't You Have Wings to Fly with? (Skilnaður, New York, USA 1995).

Tilskrift: Bóndabrekku 11, 100 Tórshavn. Tlf. 14452 og 767 Hattarvík. Tlf. 51158 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar