Ólavur í Beiti

Úr Rithøvundabókini

Eg eri føddur tann 23. november 1952 og uppvaksin í Sørvági. 
Tók studentsprógv í 1973 í Hoydølum og havi síðan fingist við ymiskt. Starvaðist sum blaðmaður í góð fýra ár, var eina tíð við føroyskum fiskiskipum á lodnu - og makrelveiðu og eisini í langfarasigling. Havi eisini starvast sum skúlalæraravikarur í nøkur ár og var skúlaárið 1976/77 vikarur í Mykinesi. 
Eisini havi eg búð í Onglandi og Danmark í nøkur ár í lestrarørindum, og nú búgvi eg so í Sørvági, heimbygdini. 
Livi saman við Lillian Juul Heinesen, og vit eiga dóttrina Katrin Heinesen. 
Í 1980 gav eg út á egnum forlagi stuttsøgusavnið Ung sál, í 1988 savnið Genturnar í Leixoës, og í 1989 savnið Einaferð. Sama ár, 1989, skrivaði eg eisini heftið Sørvágs skúli í sambandi við skúlavígsluna tann 11. november 1989. 
Í 1994 gav E.O.Prent Forlag út savnið Frøkun Snarljós og hennara dýrabæra ogn, og í 1995 gav eg út bókina Eitt slag av tíð. 
Forlagið hjá mær nevnist Forlagið Grønhólmur og hevur givið út Genturnar í Leixoës og Einaferð, og bókina Eitt slag av tíð, sum var ein tann fyrsta bókin í føroysku ISBN - skrásetingini. 
Fleiri av søgum mínum hava verið lisnar upp í Útvarpi Føroya og hava eisini staðið í føroyskum bløðum, eitt nú Dimmalætting og Oyggjatíðindum. 
Í 1990 varð eg biðin um at senda søgu til stuttsøgukapping, sum Gula Tidend í Noregi skipaði fyri, og sama ár var eg eisini eitt skifti á Skrivekunstakademiet í Bø í Telemørkini í Noregi. 
Mentunargrunnur Føroya Løgtings og Fjølrit hava stuðlað mínum útgávum. 
  
Tilskrift: 380 Sørvági. Tlf. 33104 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar