Christian Høj

11/11-1904  -  5/7-1992

Christian Høj føddur 11. november 1904 á Strondum, sonur Joen Høj av Strondum og Onnu Malenu f. Høgnesen av Skála. Giftur Maju f. Rasmussen av Strondum.
Læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1926.
Lærari í Leynum, Válinum og á Strondum 1933-1972. Var nevndarlimur í Føroya Lærarfelag 1956-68.
Christian hevur skrivað og umsett andaligt tilfar.

Skúlabøkur:
1961: Veraldarsøga, onnur broytta útgáva 1976-80
1970-73: Søga okkara

1982: Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs


Christian Høj  andaðist 5. juli 1992
 
 

Aftur

Ritstjórnað: 26-09-2002

Upp
 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar