Regin Dahl


Úr Rithøvundabókini


Regin Dahl er føddur í Sandágerði tann 5. november 1918. Faðir hansara var Jákup Dahl, próstur (1878-1944), sonur Peter Hans Dahl, keypmann við Krosslið í Vági og Elisabeth Súsonnu Vilhelm. Móðirin var Maria (1874-1949), dóttir bakar Hansen og Marionnu Jacobsen á Húsum. Eldri systkin hansara vóru Sverri, Petur og Marianna. Hann eigur tríggjar døtur. Tær eita: Kristin, Katrin og Anna Maria.
Regin fór 15 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla og tók studentsprógv frá Sorø í 1937. Hann hevur bara búð stutt skifti í Føroyum, men hevur altíð verið nógv saman við føroyingum í Danmark og skrivar bara á føroyskum. Umframt at yrkja hevur hann eisini komponerað nógv løg til sangir, serliga hjá Hans A. Djurhuus, men eisini hjá øðrum føroyskum og norðurlendskum yrkjarum. Umleið 400 av teimum eru á bandi. Stóran part av ævi síni hevur hann verið forlagsráðgevi hjá Gyldendal og hevur eisini savnað og lagt til rættis søvn eftir donskum yrkjarum.

Bøkur:
Í útlegd, yrkingar 1937.
Tokkaljóð, yrkingar 1944.
Leysasøkk, hittinorð 1944.
Beltisgyrði, yrkingar 1949.
Óttukvæði, yrkingar 1955.
Gongubitar, yrkingar 1965.
Sneisaboð, (á donskum Ærinde uden betydning) 1969.
Orðakumlar/Ordkumler, yrkingar 1978 (2. útgáva 1988).
Tríkirni, yrkingar 1978.
Eftirtorv, yrkingar 1981.
Rekagrót, yrkingar 1985.
Elliskekar, einbýlisljóð, yrkingar 1988.
Vit ið aftaná koma. Strøttlingar, 1993.
Savnað og skipað:
Barnasongbók, 1943.
Gevið brøður, 1944.
Sólin og Sóljan, 1948.
Veitslugávan, 1964.
Útgávur við løgum:
16 sjómansrímur eftir H.A. Djurhuus, 1993.
36 løg til føroyskar sangir, 1993.
Plátur:
Lukkurímur og fagnarljóð, 1972.
Barnarímur hjá Hans A. Djurhuus, 1974.
4 vísur, 1976. 

Aftur

Ritstjórnað: 26-09-2002

Upp

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar