|
Føddur í Tórshavn 20. oktober 1883,
sonur Óla Jákup Djurhuus og Else Marie, fødd Poulsen úr Hósvík.
Giftur Juttu Ziska, Keypmannahavn. Hon doyði og hann giftist Petru f.
Petersen úr Nólsoy.
Tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1905. Var lærari í
Klaksvík, privatskúla í Havn, Sandavági, Tvøroyri, Millum- og
Realskúlanum í Havn og Føroya Læraraskúla 1919-51.
Hans Andrias hevði mong álitisstørv, formaður í Havnar
Sjónleikarafelag, formaður og heiðurslimur í Havnar Klubba,
formaður í Landsbókasavninum, formaður fyri Barnahjálpargrunnin,
formaður í Føroya Forngripafelag, ritstjóri Varðans (1944-51),
heiðurslimur Føroyingafelags, heiðurslimur Føroya Lærarafelags,
riddari av St. Ólavskrossinum av 1. stigi o.a.m.
Yrkingasøvn:
1905: Hin gamla søgan
1915: Barnarímur
1916: Hildarljóð
1922: Søgumál
1925: Sjómansrímur
1932: Halgiljóð
1934: Morgun- og kvøldsálmar
1934: Undir víðum lofti
1936: Yvir teigar og tún
1936: Havet sang
Sjónleikir:
1908: Marita
1917: Annika
1930: Álvaleikur
1930: Eitt ódnarkvøld
1933: Traðarbøndur
1935: Ólavsøkumynd
1936: Løgmansdótturin á Steig
1947: Leygarkvøld í Bringsnagøtu
Ymiskt:
1922: Eitt ár til skips (smásøgur & ævintýr)
1922: Barnabókin
1924: Føroya søga
1927: Barnabókin, økt útgáva
1927: Beinta (skaldsøga)
1929: Ævintýr
1950: Í mánalýsi (minnisrit)
1952: Føroya søga, økt útgáva
Hans Andrias Djurhuus andaðist 6. mai 1951.
|