|
0: Uppi á kvistinum, í Tróndargøtu 46 - nú Varðagøtu 2 - sum sær oman ímóti kommunuskúlanum ið varð vígdur árið fyri, sá eg fyri fyrstu ferð: tann 15. oktober. Mamma: Hanna Arge úr Havn, pápi: Palli (Jens Pauli) Poulsen av Toftum. Langommurnar vóru úr Nólsoy og Vestmanna og av Eiði og Toftum, men ein olduromma var úr Klokkarastovu í Havn.
4: Tá ið teir bygdu múrin sat eg á køksbeinkinum og hugdi út ígjøgnum vindeygað upp í luftina og undraðist á hví hon var so vorðin.
5: Undir Cubakreppuni bygdu teir eitt transformatortorn við endan á gøtuni har vit seinni búðu. Ein grannadrongur billaði mær inn at tað var ein atombumba sum fór at spreingja okkum øll í luftina.
6: Sat í køkinum. Kvøld. Mamma kom heim frá fimleiki. Hon kemur gjøgnum vaskirúmið inn í køkin og sigur at Kennedy er skotin. Pápi var helst í Grønlandi við Kongshavn.
7: Fór í fyrsta flokk á Frúutrøð. Har sum húsini hjá Fragd og Fima nú standa traðkaði eg í eina fellu. Breyt vinstra alboga.
11: Fekk mítt fyrsta skøvningaur.
Bøkur: Botnfall (1984); Fullir einglar (1986); Heilagt kríggj (1988); Innivist (1989); Navn nam við navn (1991); Villur (1992); Eygu á bliki (1993); Reglur (1994).
Tilskrift: Lipkesgade 12, 5. th., DK-2100 Kbh. Ø.
|