|
Jacob Jacobsen Berg er føddur í Hovi 9. oktober 1905. Foreldur: Daniel Jacob Berg, keypmaður, úr Sandvík, og Daniella úr Hovi. Foreldur faðirsins vóru Jacob Jacobsen Berg og Rachel Christine Ellendersdatter. Teirra foreldur vóru Niclas Jacobsen frá Krógv í Hvalba og Anna Katrina Jacobsdatter av Selatrað, og Ellender Danielsen, kongsbóndi og Johanna Niclasdóttir, Hvalbø. Foreldur móður vóru Jacob Midjord og Marin Malena Luid. Teirra foreldur: Daniel Niclasen uttan Geil, niðara Kálgarði, Sumba, og Anna Elisabeth Poulsdatter (Lisa á Øgrum), dóttir Poul á Miðgerði, og Jesper Niclasen og Maren Malena Jacobsdatter.
Jacob arbeiddi heima hjá pápa sínum, til hann í 1923 fór á læraraskúlan í Tórshavn, har hann tók læraraprógv í 1926. Síðani vikarur við skúlarnar í Hovi (1926), Porkeri (1927 - 28) og Øravíkarlíð (1929). 1. januar 1930 settur lærari við skúlarnar í Øravík og Líðini og arbeiðir har, til hann 1951 verður fluttur til Vágs skúla at vera lærari. Frá 1942 hevur hann verið útgevari og blaðstjóri av "Barnatíðindum". Jacob giftist 22. oktober 1933 við Sigrid E. Godtfred. Hon er úr Porkeri, fødd 8. august 1908, deyð í Keypmannahavn 2. oktober 1962. Tey eiga ein son, Heri Berg, yvirlækni, sum er giftur við Rigmor úr Hørg í Sumba. Jacob las lestur í skúlanum í Øravík, tey fyrstu árini í danskari og frá 1934 í føroysku lestrarbókini "Í lýsing". Í 1939 tók hann í Tórshavn svimji - og ítróttarlæraraprógv, var formaður í Øravíkar Bóltfelag og var á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole 1956/57, 1961/62 og 1964/65 við sálarfrøði, veraldarbókmentum, svenskum, donskum, føroyskum og skriving sum lærigreinum. Tann 1. september 1973 varð hann eftir umsókn loystur úr starvinum við eftirløn. Eftir summarfrítíðina 1975 lærari í føroyskum við HF - skeiðið í Vági og Tvøroyri. Jákup var formaður í Føroya Ítróttarlærarafelag, sum fekk svimjing til fasta lærugrein í skúlunum í 1944 og seinri ítrótt. Var á skeiði á Ollerup Ítróttaháskúla 1970, var lærari 1926 - 1976 eitt 50 - ára skeið.
Rit:
Barnablaðið 1941; Barnatíðindi, síðan 1942; Heima og heiman, 1943; Einar drottur (týðing Ernst Krenn) 1950; Sagnir (Schrøter), 1951; Kappakvæði, 1972; Regin í Toftum, 1973; Íslendingabók (Ari Torgilsson), 1982; Ørindi (Egil Skallagrímsson), 1982; Ritreglur, 1982; Ár og orð, 1982; Kattahúsið (Ib Spang Olsen), 1982; Hovs søga I og II, 1984; Íspegil, 1985; Ár og árin, 1985; Ár og yrki, 1986; Ár og áræði, 1986; Áralag, 1986; Úr eldru Eddu, 1986; Tav, 1986; Lív og list, 1987; Óli Jespersen, 1987; Romeo og Julia (Shakespeare), 1987; Lív og levnað, 1988; Hovs søga III, 1989.
Harumframt hevur hann skrivað greinir í tíðarrit og bløð og yrkt veitslusangir o.a. Í 1990 fekk Jákup barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Tilskrift: Fugloyavegi 5, 100 Tórshavn. Tlf. 10291
|