Rakel Helmsdal

 

Eg varð fødd tann 25. september í 1966 í Tårnby Prestagarði á Amager. Mamma mín, Guðrið Helmsdal, sum er úr Havn, er yrkjari, og pápi mín, Ole Jakob Nielsen, sum er uppvaksin á Borholm, er trælistamaður. Lítlibeiggi mín eitur Gudmund Helmsdal Nielsen, og býr í løtuni í Keypmannahavn og lesur kinesiskt og miðlavísind.
Eg eigi tvey børn, sonur mín (f. 1994) eitur Gwenaël Akira Helmsdal Carré, og mín lítla dóttir (f. 2002) eitur Felisia Jógvansdóttir Helmsdal.

Eg havi búð meginpartin av lívinum í Føroyum, og mest í Havn. Nøkur ár búði eg tó í Leynum, har foreldur míni enn búgva. Búði eisini í Fraklandi í 5 ár, í Brosses, eini lítlari bygd í Bourgogne. Har skrivaði eg mínar 4 fyrstu bøkur.
Nú búgvi eg so í Havn, úti á Reyni í Skipara Hansenshúsið, og her ætlið eg mær at vera búgvandi, (um eg altso ikki flyti til Port Janua........)

Tað er ikki tað stóra eg havi av útbúgving, bara studentsprógv, men eg havi gjørt eina rúgvu av øðrum áhugaverdum. Eg havi arbeitt á bókasøvnum, skrivstovum og laboratorium og sum urtagarðskvinna, og ritstjóri á einum web-tíðarritið.
Nú arbeiði eg á Jarðfrøðisavninum, har eg taki mær av bókasavninum og heimasíðuni hjá Jarðfrøðisavninum og henni hjá SINDRA, og undirvísi í kreativari skriving á kvøldskúlanum. Havi eisini fingist heilt fitt við barna- og ungdómsmentan tey seinastu árini, havi undirvíst í drama, skrivað og sett upp leikir saman við ungdómum, eri projektleiðari á ungdómsmentanarstevnuni "Ung í Føroyum", og havi ferðast við Hedvig Westerlund, sjónleikara, á søgusigaraferðum í Føroyum og Finlandi. Havi altíð verið nóg uppi í sjónleiki, seinast sum framleiðslustjóri av Álvaleiki hjá Havnar Sjónleikarfelag. Annars taki eg mær eisini av heimasíðuni hjá Grímu.

Fyrsta rættiliga stuttsøgan hjá mær kom út í Brá í 1986. Hon æt Skerdu vit veingir tínar, Ikaros? (Hon er seinni endurprentað í Slóðum hjá Skúlabókagrunninum, og í broyttari útgávu aftur í Søgum úr Port Janua.)

Annars eru tey týdningarmiklastu tingini, eg havi á prenti, hesi: 

Stuttsøgur

  • “Firvaldaseljarin”, stuttsøga (Brá 1989 og Søgur úr Port Janua, BFL, 1996)
  • “Dýpið”, stuttsøga (Brá 1989 og umsett til norskt í Fysta ferda bort, Samlaget, 1993)
  • “Ferðandi í tíð og rúmd”, ferðahugleiðing (Varðin 52)
  • “Delirium symphonica”, yrking (Brá 1993)
  • “Glámlýsi og mánalátur”, stuttsøga (Birting 1995, og Søgur úr Port Janua, BFL, 1996)
  • “Argantael”, stuttsøga (Ein varligur dráttur í tara, MFS, 1995)
  • “Køksgluggin”, stuttsøga (Barnablaðið nov. & des. 1993, myndir Edward Fuglø, og í Drekar og annað valafólk, BFL, 1998)
  • “Apríl”, stuttsøga (Søgur úr Port Janua, BFL, 1995, og Heiðin hind, Skúlabókagrunnurin, 1999)
  • “Angi av ribes”, stuttsøga (Mjørki í heilum, BFL, 2001) 

Bøkur

  • “Tey kalla meg bara Hugo”, barnabók, BFL 1995, BFL 2003
  • “Søgur úr Port Janua”, stuttsøgusavn og sjónleikur, BFL 1996
  • “Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?”, barnabók, BFL 1997
  • “Drekar og annað valafólk”, ævintýrbók, BFL 1998, myndir Edward Fuglø
  • “Kom yvirum, Hugo!”, barnabók, BFL 2003

 

Sjónleikir

  • “Brúsajøkul”, dramatisering av søgum hjá J.P. Heinesen, barnaleikur, leiktur fyrstu ferð í 1988
  • “Nær kemur kavin?”, skrivaður saman við leikbólkinum Caratula, barnaleikur, leiktur í 1988
  • “Ævinliga árið”, skrivaður saman við leikbólkinum Caratula, barnaleikur, leiktur í 1989
  • “Kvarnareygað purpurreyða”, 1990, prentaður í Søgum úr Port Janua, ikki leiktur
  • “5 violettir flugusoppar”, skrivaður við næmingum á kvøldskúlaskeiði, barna-og ungdómsleikur, leiktur 1997
  • “Tá mánin setur og sólin rísur”, skrivaður við næmingum á kvøldskúlaskeiði, ævintýrleikur, leiktur fyrstu ferð í 1998
  • “Vitavørðurin”, bílagdur og leiktur av Grímu í 1999

 

Hyggið annars á heimasíðu mína www.rakelhelmsdal.com eftir fleiri upplýsningum um tekstir mínar, Port Janua, og eisini nøkrum heilum tekstum.

 

Tilskrift
Skipara Hansensgøta 6
FO-100 Tórshavn
Tlf: 316596/216596
Teldupostur: ici@kallnet.fo

 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar