|
Sonja Schneider f. Sørensen. Fødd tann 21.9.57 í Klaksvík, dóttir Julius Sørensen av Húsum og Hannu, f. Heinesen úr Klaksvík.
Eg eri uppvaksin í Klaksvík. Flutti til Havnar í 73, tók studentsprógv í 1976. Fór í snikkaralæru í Klaksvík sama summarið, men gavst á jólum. Síðani hevði eg ymisk arbeiði í trý ár, millum annað var eg vikarur í Kommunuskúlanum í Havn, og hetta var so stuttligt, at eg fór á Føroya Læraraskúla í 1979. Haðani tók eg prógv í 1983 og arbeiddi sum lærari frá 83 til 87, men treivst illa.
Í 1987 flutti eg til Danmarkar og tók útbúgving sum psykoterapeutur, ein sonevnd alternativ útbúgving. Flutti heimaftur í 1989 og arbeiði nú sjálvstøðug sum terapeutur ein part av tíðini og fáist annars við nógv ymiskt. Seymi búnar til sjónleik, undirvísi á stuttum skeiðum í drama/sjónleiki, undirvísi í hondarbeiði á kvøldskúla, skrivi og týði bøkur.
Eg flutti til Kaldbaks í 1990. Í 1992 giftist eg Olavi Schneider, og sama árið keyptu vit húsini í Murrusteinum.
Eg hevði ongantíð ætlað mær at verið høvundur, men eg stuttleikaði mær óført tá ið eg skrivaði ta fyrstu bókina Suphaya. Tá ið hon fekk virðisløn og varð givin út, helt eg, at eg kundi royna meg einaferð afturat. Higartil eru komnar:
Sonja Sørensen:
Suphaya. Ungdómsbók. Føroya Lærarafelag 1989; 12 jólaleikir (savnað og lagt til rættis. Avrit fæst á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð, Føroya Lærarafelag 1990); Jólatræið (í Míni Jólabók 1990); Í øðrum heimi. Barnabók til sjey - átta ár. Tove Askham teknaði, Føroya Lærarafelag 1991.
Sonja Schneider:
Sóleygað horvið. Barnabók til tíggju - ellivu ár. Edward Fuglø teknaði. Føroya Lærarafelag 1992.
Undir útgávu: Týðingar av svensku barnabókunum Siggi Jönsson á níggjunda ári og Siggi Jönsson og handan Andrea. Mecka Lind hevur skrivað.
Umboðaði Føroyar á Norðurlendskari bókmentastevnu í Lettlandi í mai 1993.
Tilskrift: í Murusteinum, 180 Kaldbak. Tlf. 19812
|