|
Rói Reynagarð Patursson - føddur í 1947 í Havn. Gekk í Sankta Frans skúla og Realskúlanum. Sigldi úti 1964 - 65. Arbeiddi á Bessastøðum 1966. Skiftandi bústað og ymisk arbeiði í Tórshavn og Keypmannahavn frá 1967 og frameftir. Vallaraferð í Europa í 1968. Í Hoydølum 1968 - 69. Fastan bústað í Keypmannahavn frá 1970 til 1985. Tók HF í 1974. Byrjaði at lesa á Københavns Universitet í 1976. Var við í ritstjórnini á Brá. Mag. art. í filosofi summarið 1985. Flutti til Havnar í 1985, undirvísti á Kvøldskúlanum, Fróðskaparsetrinum og gjørdi útvarpssendingar. Flutti í 1987 til Bergen og undirvísti á Skrivekunst Akademiet. Síðani august 1988 stjóri á Føroya Fólkaháskúla.
Útgávur: Yrkingar, 1968 (útgivið 1969); á alfaravegi, 1976; Spor í sjónum (pláta), 1983 og Líkasum 1985. Hevur fingið M.A.J. - og Norðurlandavirðislønina. Rói giftist við Sólrun Johannessen í 1973. Tey hava tvær døtur: Unn Cecilia, fødd í 1974, og Lív Maria, fødd í 1981.
Tilskrift: Føroya Fólkaháskúla, 100 Tórshavn. Tlf. 17739
|