|
Annfinnur í Skála er føddur í Havn 20. septembur 1941.
Foreldur: Jóhanna M. Skaale, fødd Joensen úr Innistovu á Trøllanesi
og Sigfried Skaale úr Havn.
Annfinnur hevur verið lærari í søgu, enskum og fornaldarfrøði á Føroya
Studentaskúla og HF skeiði síðani 1975.
Annfinnur livir saman við Súsonnu á Brúsoyri. Tey eiga synirnar
Ragnar og Gilla.
Jonhard Mikkelsen, Zakaris Wang og Annfinnur góvu í 1992 á forlagnum
Stiðjanum út: Ensk-føroysk orðabók. Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út tríggjar bøkur, ið Annfinnur skrivaði ella legði
til rættis:
Stjórnarskipanarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu í 1992, og í
1994: Frá stórkríggi til heimskríggj 1918-1939 og Søga Týsklands
1918-1939. Lýst við keldum.
Tilskrift: Spógvavegi 4, 100 Tórshavn. Tlf. 14276
|