Gunnar Hoydal

Gunnar Hoydal

Úr Rithøvundabókini

Føddur 12. september 1941 í Keypmannahavn. Foreldur: Karsten Hoydal og Marie Louise Hoydal, fødd Falk-Rønne. Systkin: Egil, tvíburabróðurin Kjartan og Annika.
Giftur Jette Hoydal, f. Dahl, studentaskúlalærara. Børn: Marianna, Kristina og Dánial.
Heim í august 1945 við "M/S Aarhus", fyrsta ferðafólkaskipinum eftir krígslok. Búði 1946 - 1950 í Klaksvík, har pápin var leiðari á niðursjóðingarvirkinum (bollafabrikkini) hjá J. F. Kjølbro, flutti til Havnar í 1950, barnaheim uppi á Hálsi á fløtunum har við seyði, neytum, hønum og gæs. Gekk í bygdarskúlanum í Hoyvík, seinni í kommunuskúlanum í Havn og síðani í millumskúlanum. Eftir annan millumskúlaflokk flutti hann og húskið alt til Suðuramerika, har pápin hevði starv í ST-stovninum FAO 1954 - 1957 og skuldi standa fyri at byggja upp fiskivinnuvirki í býnum Manta við Stillahavsstrondina í Ecuador.
Á Sorø Akademi í 1955 at ganga í skúla, fekk málsligt studentsprógv haðani í 1960. Matematiskt prógv í 1961 og filosofikum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn sama árið. Skeið í fornmálum, fornfrøði og listasøgu sama stað, prógv í grikskum 1968.
Fór undir at lesa søgu, men stóð samstundis upptøkuroyndina til Kunstakademiets Arkitektskole, haðani hann fekk prógv sum arkitektur í 1967. Á ymiskum teknistovum í Keypmannahavn 1967 - 1972. Vann í 1969 norðurlendsku arkitektakappingina um gamla býin í Havn, síðani ráðgevi hjá Tórshavnar kommunu í býarskipanarmálum. Í 1972 settur sum býararkitektur í Havn. Almenna byggisamtyktin varð góðkend í 1972 og gjørdist støðið undir stóru útbyggingunum í 70- og 80-árunum. Fyri verk, hann hevur staðið fyri, serliga í gamla býnum og við randarhúsini Millum Gilja og Inni á Gøtu, fekk Tórshavnar kommuna heiðurslønina Danske Arkitekters Æreskaleidoskop. Segði seg úr starvinum sum býararkitektur á 25-ára degnum í 1997 fyri at kunna vera rithøvundur og týðari buturav.
Ritstjóri á tíðarritinum Framanum í Keypmannahavn 1965 - 1969, formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins 1969 - 1972. Ritstjóri Varðans 1977 - 1981. Formaður í Rithøvundafelagi Føroya 1981 - 1986, stovnari og fyrsti formaður í listafólkasambandinum LISA 1982 - 1988. Limur í Mentunargrunni Løgtingsins 1984 - 1988, formaður í Ljósritagrunninum/Fjølriti 1986 - 1994. Formaður í Arkitektafelagi Føroya 1990 - 1995. Formaður í rithøvundafelagnum aftur síðani 1998. Formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya.
Frá 1964 ummæli og frásøgnir í Varðanum og øðrum tíðarritum. Hevur síðani skrivað yrkingar, sangir og fagrar bókmentir av ymiskum slagi umframt yrkistekstir, serliga um føroyska list og listafólk.

Útgávur

  • Myndasavn, bók um listamannin Ingolf Jacobsen á Kamarinum, 1972
  • Den gode vilje, leikur til danska sjónvarpið 1976, saman við Steinbirni B. Jacobsen
  • Av longum leiðum, stuttsøgur og ferðafrásagnir, 1982
  • Mit eget land, sangir 1983, saman við Anniku Hoydal
  • Hús úr ljóði, yrkingar, 1988
  • Ingálvur av Reyni, listabók saman við øðrum, 1989
  • Dulcinea, sangir 1990, saman við Anniku Hoydal
  • Undir Suðurstjørnum, skaldsøga 1991
  • Långt bortifrån, bók við úrvali av søgum, týddar til svenskt, 1992
  • Janus Kamban, listabók 1995
  • Stjernerne over Andes, týðing til danskt av Undir Suðurstjørnum, 1996
  • Skeyk, sangleikur saman við øðrum, 1997
  • Havið, sangir saman við Anniku Hoydal, 1999
  • Dalurin Fagri, skaldsøga, 1999
  • Land í sjónum, tíðartekstir, 2001

Fekk virðisløn M. A. Jacobsens í 1982. Í uppskoti til bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í 1989 og 1993.

Hevur fingið virðisløn M.A.Jacobsens 1982. Uppskotin til bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 1989 og 1993. 

Tilskrift: Traðabrekku 13, 100 Tórshavn. Tlf. 12849 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar