Páll Nolsøe

Úr Rithøvundabókini

Páll Johannes Nolsøe - føddur 8. september 1908 á Tvøroyri. Foreldrini vóru skipstimburmeistari Axel Nolsøe (1861 - 1941) og Henrietta Nolsøe (1869 - 1948). ~ 1° 15.8.1940 í Kirkjubøar kirkju við Fridu Josefinu Mortensen, f. 13. 4. 1900 í Froðba, d. 7.1.1953 í Ringe, dóttir óðalsbónda Johannes M. (1966 - 1949) og Vilborg Susanne Thorsteinsson (1874 - 1958). Hjúnalagið upployst 1947. ~ 2° 3. 9. 1949 í Tórshavn (borgaralig vígsla) við bókavørði Julianu Petersen, f. 19. 9. 1913 í Keypmannahavn, dóttir smiðjumeistara og bilhandilsmann Venzel P. (1887 - 1954) og Sofie Svendsen (1884 - 1960). Hjúnalagið upployst 1969. ~ 3° 20.6.1971 í Kvívíks kirkju við læknanum Lise Foss, f. 23. 10. 1936 í Keypmannahavn, dóttir Kristen Rask F., stjóra (1907 - 1987) og Ullu Bang From (1911 - 1976). 
  
  
Tók vanligt fyrireikingarprógv á Tvøroyri 1925, klassiskt - málsligt studentsprógv frá Sorø 1929. Las danskt og enskt á universitetinum í Keypmannahavn í tvey ár. 1935 - 36 starv á skrivstovuni hjá danska blaðnum Politiken, í 1937 medarbeiðari hjá Tingakrossi og 1938/39 hjá Dagblaðnum. 1940 - 47 bókavørður við Froðbiar sóknar bókasavn og 1947 - 48 ferðalærari í Norðradali og Syðradali (S). Í 1948 gjørdist hann hjálparmaður á skjalasavninum, og tá Anton Degn doyði í september 1950, varð hann settur, og tann 21. apríl 1951 útnevndur skjalavørður. Tá heimastýrisskipanin kom, vóru skjalasøvn yvirtikin sambært løgtingssamtykt gjørd tann 13. mai 1948, og við løgtingslóg dagsett 2. mai 1952 varð navnið broytt til Føroya Landsskjalasavn, og fekk hann tá heitið landsskjalavørður. Hann var einsamallur á stovninum til 1966, tá hann fekk tann fyrsta medarbeiðaran. Í 1975 flutti landsskjalasavnið úr gomlu bókasavnshúsunum til nýggj høli á Debesartrøð. 1. oktober 1978 varð hann loystur úr starvi við eftirløn. 
  
Hann hevur givið út: 
Mið, plinkar og ýti, 1947 
Eilif Mortansson: Ein ribbaldur, 1948 
Føroya Siglingarsøga 1. bind, 352 s., 1955 (2. útg. 1963, 3. útg. 1984) 
Føroya Siglingarsøga 2. bind, 383 s., 1962 (2. útg. 1978) 
Føroya Siglingarsøga 3. bind, 288 s., 1963 
Føroya Siglingarsøga 4. bind, 224 s., (uppseld) 
Føroya Siglingarsøga 5. bind, 263 s., 1965 
Føroya Siglingarsøga 6. bind, 212 s., 1969 
Føroya Siglingarsøga 7. bind, 184 s., 1970 
Føroya Siglingarsøga 8. bind, 236 s., 1977 
Føroya Siglingarsøga 9. bind, 272 s., 1979 
Føroya Siglingarsøga 10. bind, 249 s., 1983 
Føroya Siglingarsøga 11. bind, 200 s., 1984 
Føroya Siglingarsøga 12. bind, 179 s., 1985 
Føroya Siglingarsøga 13. bind, 331 s., 1990 
Føroya Siglingarsøga 14. bind, 332 s., 1991. 
  
Harumframt hevur hann skrivað nógvar greinar í Varðanum og í Dimmalætting. 
  
Hevur saman við Mortan Vang Hammer í Froðba skrivað niður øll staðanøvnini í Froðba og á Tvøroyri. 
  
Fekk í 1965 virðisløn M. A. Jacobsens og í 1967 eina heiðurgávu úr danska - føroyska mentanargrunninum. Hann hevur verið nevndarformaður í Sluppgrunninum. Hann er heiðurslimur í Tvøroyra Bóltfelagi og Føroyingafelagnum í Esbjerg. 
  
Tilskrift: Vejlevej 30, Hodde, DK-6862 Tistrup. Tlf. 75299821 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar