Robert Joensen

Úr Rithøvundabókini

Robert Joensen borin í heim 28. 08. 1912 á Eiðinum í Klaksvík. Faðirin var Jacob Joensen, skipari, f. 1877 í Gerðum, sonur kongs - og óðalsbónda Jacob Joensen f. 1838 og Onnu Malenu Hansen f. 1838 við Gøtugjógv. Móðirin, Súsanna Joensen f. 1878 í Uppistovu við Garð í Lorvík, var dóttir bóndan Óla Joensen f. 1835 og Onnu Cathrinu Olesdatter av Toftanesi í Lorvík. 
Robert giftist 30. 11. 1941 við Petrinu Poulsen Jacobsen 1915 - 90. Hon var dóttir kongs - og óðalsbóndan í Stovugarðinum á Uppsølum Andrias Jacobsen f. 1874 og Marthu Hansen f. 1877. Petrina fór 9 - ára gomul til fastur sína Magnisu B. Jacobsen, lærarinnu, at vera. Robert og Petrina fingu tvær døtur: Súsanna 1942 - 93 var gift við Bjarne Børsen Hansen í Esbjerg. Tey eiga tríggjar synir. Magna f. 1945 gift Magna S. Thomassen í Sandavági. Tey eiga tveir synir og tvær døtur. 
Sum sjeynda barn og fjórði sonur vaks Robert upp á Eiðinum miðskeiðis millum skúlan og kirkjuna, burtur frá hinum býlingunum í bygdini. 8 ára gamal fór hann til Havnar at vera hjá fastur síni Wilhelminu Elisabeth (Bette), sum var gift Adrian Øster. Ætlanin var helst, at hann skuldi vera hjá fastrini til fosturs; men tá hann tvey ár seinni kom til Klaksvíkar at ferðast, vildi hann ikki suður aftur. 
Eftir sjey ára skúlagongd fór hann at arbeiða hjá J. F. Kjølbro, sum var gubbi hansara. Hann var í fiski, í handlinum á Biskupsstøð, á turkarínum á Stongunum og fekk annars innlit í virksemið, sum tá var hjá J.F.K. Átjan ára gamal fór hann til Danmarkar at ganga í skúla, har hann fekk preliminerprógv í Rønde og studentsprógv í Hjørring 1935. Hann ynskti at lesa fólkalívsfrøði, men ein av lærarunum í Hjørring ráddi honum at lesa guðfrøði, sum var eitt fjølbroytt studium. Robert byrjaði fyrst í Århus, fór tó stutt eftir til Keypmannahavnar. Hann var heima, tá ið 2. heimsbardagi brast á, og fór ikki niður aftur. Í Klaksvík starvaðist hann á sjúkrahúsinum, tá hann í 1941 varð biðin um at verða skrivari hjá kommununi. Hetta starv røkti hann til 1982. 
Áhugan fyri tí dagliga arbeiðinum bæði á sjógvi og landi, og orðalagi og málbrúki hesum viðvíkjandi, hevði Robert frá ungum árum. Hann fór at skriva upp eftir fólki um tað, tey sjálvi høvdu tikið lut í og tað, tey vistu frá forfedrum sínum. Sum tann góði innløgumaður hann var, var hann umframt í grind eisini á floti, kastaði nót, skeyt fugl, harur og nísur. Hann var á fjalli, á rættini og har flett var. Allastaðni lurtaði, spurdi, skrivaði og savnaði hann. Í sambandi við kanningina av boðsending vitjaði hann hvørja bygd í landinum. Hetta mátti gerast í frí - og halgidøgum, tí arbeiðsdagurin á kommunuskrivstovuni var mangan langur. 
  
Robert tók stig til at fáa reist minnisvarðan í Gamla kirkjugarði og minnisvarðan yvir tey, ið fórust í skalvalopunum í Gerðum, stovnaði við øðrum Norðoya Fornminnissavn og skipaði fyri teimum livandi fólkalívsmyndunum, sum verða sýndar á Norðoyastevnu. 
Hann umboðaði fólkaflokkin á løgtingi 1943 - 45, sat í sjúkrahússtýrinum 1951 - 71, í líkningarnevndini og skúlanevndini 1955 - 63. Var við til at stovna Klaksvíkar Útróðrarfelag 1943 og var skrivari felagsins í 31 ár. 
  
Bøkur: 
1942 Klaksvíkar bygd í søgu 
1946 Útróður 1845 - 1945 
1958 Royvið 
1959 Bøleiðin 
1960 Greivabitin 
1961 Glaða og brenna vita 
1962 Grindaboð í Havn 
1968 Býta seyð og fletta 
1972 Vambarkonan 
1974 Høgtíðir og veitsluhald á vetri 
1979 Fåreavl på Færøerne 
1979 Minnismyndir og søgubrot 1 
1981 Forn føroysk boðsending 
1983 Ymiskt um seyð og av seyði 
1986 Knassar eru tit 
1989 Glaðingarstøð í Føroyum 
1990 Minnismyndir og søgubrot 2. 
  
Greinir: 
Í Fróðskaparriti 12. bók 1963: Føroysk og japansk fuglastong; Eitt sindur um setningar. 
Í Mondli: 1980 Heimafiskastykki; 1982 - 1 Meira um bátin - og um formanssessin; 1982 - 1 Bátasegl; 1982 - 2 Frostkassar og íshús; 1983 - 1 Lýsismelting; 1984 - 2 Útihoyggj ella des; 1984 - 3 m.b. Nakkur. 
  
Ymist: 
Ein søgumynd frá 1889, Jólaboð 1942, Hugnalig jól 1968; Nøkur hugskot um ítrótt, blaðgrein 1942; Fongurin á Stórugrynnu, Jólaboð 1943; Snorrasøgur, Gluggin 1958; At halda jólini, Hugnalig jól 1959; Úr Strasburg og í Antinishús á Uppsølum, Hugnalig jól 1961; Mongum brestur ætlan, stuttsøga, Hugnalig jól 1961; Kíkurin, blaðgrein um kíkin sum línuflot, 1961; Búseting á Kvíingadali, blaðgrein 1962; Handilsvirkið hjá J. F. Kjølbro 50 ár, blaðgrein 1962; Sundurtøka av kalva í Norðoyum, Varðin 1963; Hvussu gomul er bygdin, Varðin 1966; At kasta kongar, Varðin 1968; Klaksvíkar Útróðrarfelag, Sjómaðurin 1970; Nøvn á nøkrum bitum á seyðakrovi, blaðgrein 1970; Julius á Biskupsstøð lærir føroyingar at smelta medisinlýsi, Sjómaðurin 1971; Nøkur orð um at vera til lands, Sjómaðurin 1971; Høv at hevja, Fjarðbúgvin 1971; Jógvan í Grótinum lærir føroyingar at goyma agn í frosti, Sjómaðurin 1971; Um amtmann Pløyen, Sjómaðurin 1972; Ítriv hjá monnum á fiskiskipi, tá siglt verður millum lond, Sjómaðurin 1972; Pátrúgv í samband við fiskiskap, Sjómaðurin nr. 2, 3 og 4 1972; Postflutningur í Norðoyum fyrr, blaðgrein 1976; Formanssessurin á áttamannafari, blaðgrein 1976; Motorbáturin sum amboð í fiskaturkingini, blaðgrein 1976; Nøkur orð um kirkjur í Klaksvík og sessir í kirkjuni frá 1866/67, Hugnalig jól 1976; Mát og met, Norðlýsið 1977; Í einbýli, stuttsøga í Jólaboði 1977; Hestaskógvurin sum verndargripur, Hugnalig jól 1982; Fagurt er á fjøllum, Varðin 1984. 
  
Yrkingar: 
Móti ársloki, Jólaboð 1940; Jól, Jólaboð 1942; Jól finna leið í kríggj og stríð, skrivað umleið 1941, Jólaboð 1943; Vælkomin vetrarperlan fríð, Jólaboð 1944, Hugnalig jól 1963; Lukkan er ikki gull ella fæ, skrivað 1944, Jólaboð 1946; Árslok, Jólaboð 1949; Nú árið tað hvarv, Hugnalig jól 1965; Hvør fossur hongur frystur, Hugnalig jól 1968; Ljós kom av himli jólanátt, 1942; Her eru piltar menn (Hylurin); Tá eg sum lítil fór við móður í fjós, 1947; At vera sjófør; Hon fylgir mær, hvar eg eri; Líta vit nú á ársins starv; Her hittast vit; Nú nælir blóman á vølli; Her verða høvd, skrivað 1949; Hon er svørt og rein (Kettan), skrivað 1949; Nú fossarnir linka; Mamma hygg nú sólin; Mær er kensla í barmi, umseting, prentað 1946; So herðabreiður stendur tú (Kjølur), skrivað 1938; Barnaár í Føroyum, skrivað helst 1936; Hvat er hetta dapra, skrivað 1938; Til annað land nú sigli eg, prentað 1940, helst í Dagblaðnum; Brýtur móti bergi, skrivað 1941; Vísdómsríki faðir gev, týðing; Kom Jesus, tú meg beri, týðing; Gevið ljóð, lat okkum syngja, týðing; Sum sólin á luftini lækkaði ódn, Norðlýsið 1939; Sum áin finnur hav; Syngið signing, syngið frið; Nú árið tað líður, skrivað helst umleið 1940; Nú hvítna tindar, skrivað 1937; Vælkomin vetrarperlan fríð, skrivað umleið 1942; So fer várt fet um nýggjársgátt, skrivað 1941/42; Havið tók nú sól í favn; Nú árið tað hvarv, týðing eftir Valdemar Briem; Gleðigávan undurfull, týðing; Eg líta vil, týðing eftir Frederik Boye; Her gekk hann, skrivað helst 1938; Í honum var ei gall ei gor (Rasmus Rús); Niðristova, skrivað 1951; Eg helt mín hálvthundraðføðingardag, 1962; So veri tú farin í friði; Hvør fossur hongur frystur, skrivað í 1970'árunum; Fyrsta ljóðið eymkan var (Stutt er mannalív í verð), skrivað 1950, prentað í Norðlýsinum 1952; Nú gorra gorpar. 
  
Robert Joensen fekk í 1946 takkarskjal úr Noregi frá Hákun kongi, í 1969 M. A. Jacobsens heiðursløn; í 1974 gjørdist hann riddari av dannebrog, í 1983 fekk hann gullheiðurstekin frá Klaksvíkar Útróðrarfelag, í 1983 gjørdist hann korresponderende ledamot við Kungl. Gustaf Adolfs Akademien, og í 1990 dr. phil. h. c. við Fróðskaparsetur Føroya. 
  
Tilskrift: 360 Sandavági. Tlf. 32402 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar