|
Erlendur Patursson føddur í Kirkjubø 20. august 1913, sonur Jóannes
Patursson og Guðny.
Útbúgvin cand. polit 1940.
Var við at stovna Tjóðveldisflokkin og løgtingsmaður valdur í
Sandoyar- og Suðurstreymoyar valdømi. Landsstýrismaður 1963-66, og
føroyskur fólktingslimur 1973-77.
Hevur skrivað minningarrit Føroya Fiskimannafelags, "Fiskiveiði
- Fiskimenn 1850-1939" og "Fiskivinna og fiskivinnumál
1940-70".
Í 1981 fekk Erlendur Patursson M.A. Jacobsens heiðursløn fyri
yrkisbókmentir.
|