Guðrun Gaard

Úr Rithøvundabókini

Guðrun Jóannesardóttir Gaard er fødd Rasmussen 3. august 1947. Guðrun er dóttir Jóannes og Ingeborg Rasmussen, hon er fødd í Keypmannahavn og kom fýra ára gomul til Føroya, har hon vaks upp í Havn. Eftir vanliga skúlagongd her fór hon til Danmarkar at læra til sjúkrasystur. Hesa útbúgving leyk hon á Frederiksberg Hospitali í 1969 og hon arbeiddi síðani ymiskt sjúkrasystraarbeiði í árunum, sum komu. Í 1983 fór hon undir bókmentalestur við Fróðskaparsetur Føroya, har hon tók exam. art. prógv í norðurlendskum, einamest føroyskum, máli og bókmentum, í 1985. Hon helt so fram bókmentalesturin við Lærda Háskúlan í Odense og tók har magistaraprógv í norðurlendskum bókmentum í 1991. 
Guðrun hevur latið frá sær fýra barnabøkur, sum hon hevur skrivað og teknað. 
Tríggjar teirra eru bøkur um vættraparið Snøkil og Snáku. Hin fyrsta, Snøkil og Snáka, kom út í 1982. Henni á baki í 1983 kom út Snøkil og Snáka í haganum, og í 1990 kom hin triðja Snøkil og Snáka á vetri. 
Umframt hesar tríggjar hevur hon latið úr hondum lítla plantubók til smábørn, har hon teknar og greiðir frá nøkrum fáum av teimum vanligastu urtunum í Føroyum. Bókin eitur Brobber og kom út í 1989. 
Í 1984 varð henni latin barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs. Guðrun hevur av og á gjørt ummæli og umrøður til dagbløð, tíðarrit, útvarp og sjónvarp. 
  
Tilskrift: Tórsbyrgi 5, 100 Tórshavn. Tlf. 14332.  

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar