Steingrím Weihe

Úr Rithřvundabókini

Steingrímur Jónas Weihe föddur 3. august 1931 á Skála. Foreldur: Margretha Högnesen í Sjóartúni á Skála og Sörin Hendrik Theodur Weihe á Bakka, Ytraskála. Giftur Áslu Arge, Tórshavn, dóttir Fridu og Bernhard. Börn: Tórálvur, Birita, Armgarđ. 
Gekk í barnaskúla á Skála 2 dagar um vikuna, seinni 2. hvönn dag, í 7 ár. Eftir tađ arbeiđsmađur í 3 ár. Síđan 2 - ára preliminerskeiđ og 2 - ára studentsskeiđ á VBV úti á Skansavegi. Roynt sjólíviđ. Vađbein og sildagörn. Og ymiskt fyrifallanda arbeiđi. Í Danmark m.a. í Fríhavnini, hentađ jarđber á Sćlandi, pakkađ rossatöđ, bođdrongur og sjúkraröktari og ikki at gloyma arbeiđiđ í Civilforsvaret, har hövuđsuppgávan var at seta smáar stiftir í eitt ovurstórt kort av Keypmannahavn. Hvör stift var ein bumba. Taliđ av stiftum svarađi til túsundataliđ av bumbum, sum vórđu tveittar yvir Hamburg í seinna heimsbardaga (svarađi til 1 Hiroshima - bumbu). Men av tí at stiftirnar kundu flytast á kortinum, tá iđ eingin sá, og av tí at föroyingar vóru so avbera góđir viđ kongshjúnini, so fall eingin bumba á Amalienborg. 
Lisiđ til lćkna í Keypmannahavn og arbeitt sum lćkni í Danmark og Föroyum og eitt ár í Svöríki. 
Serlćkni í almennum medisini. Kommunulćkni í Norđoya lćknadömi síđan 1967 og skúlalćkni. 
Tikiđ lut í felagsarbeiđi, t.d. nevndarlimur í Mentunargrunni Studentafelagsins í Keypmannahavn. Ráđsformađur í MFS. Fakfelagsarbeiđi í Lćknafelag Föroya. Kommunulćknafelags - formađur í 4 ár. 
Útnevndur riddari av St. Kilda í 1966. 
Lagt til rćttis og savnađ vísu - og sangbókina Flekku í 1967. 
Týddar bökur: 
Tummas og fílurin eftir H. G. Wells og T. Egner 1968. Barnabók. Mamma hvussu eftir S. Hegeler 1971. Barnabók. Petur og Marianna eftir S. Hegler 1971. Barnabók. Fuglur Blái eftir Annu Jürgen 1991. Barna - og ungdómsbók. 
Týđingar eftir William Heinesen og Knut Hamsun prentađar í tíđarritum. 
  
Tilskrift: Garđavegi 38, 700 Klaksvík. Tlf. 55300. 

Upp 

Bókhandilin - iđ heldur seg til břkurnar