|
Jacob í Jógvanstovu f. 1. august 1913.
Jacob var sonur Margrethu og Sámal Joensen bónda í Jógvanstovu.
Sum so mangur tá í tíðini fór Jacob til sjós á ungum árum.
17 ára gamal fór hann við Grasinum, og var við henni árini 1931 - 33. Á fyrsta túrinum til Íslands komu teir í ta herviligu ódnina, sum beindi fyri Lauru og Immanuel. 1934 fór hann við Sólarris. Á veg til skipið fylgdist hann við tveimum monnum um 16 og 50 ára aldur. Teir fóru við Neptun. Henda túrin komu Neptun og Nólsoyggin ikki aftur.
Hann fór tá í land og fór til Havnar at taka við byggiarbeiði hjá Peturi Mikkelsen og var har eina tíð. Hesi árini bygdu teir hvíldarheimið Naina, Sjómansheimið, Bacalao og telegrafstøðina.
Hesi árini umborð á skipi og í Havn, teir menn, hann var saman við, og tær hendingar honum vóru fyri hesi árini, eru lýst í bókini So stór ein frelsa. Sum heitið sigur er Frelsan ein aðaltáttur í hesi bók.
Í november 1936 fór hann til Danmarkar at arbeiða á bóndagarði á Fyn. Fyrst eina stutta tíð á Stevnsbo gaard, men vildi hann heldur vera nærri heimamissiónsfólki og flutti til Fønskov gaard.
Heim aftur komin tókst hann við ymiskt arbeiði og festi í 1952 garðin í Jógvanstovu. Festið hevði hann, til sonurin tók við í 1982.
Hann giftist 11. februar 1945 við Dany, dóttir Malenu og Hans Andreas Hansen. Tey fingu 3 gentur og tveir dreingir. Elsta gentan doyði stutt eftir, at hon var fødd. Hini fýra búgva øll í Leirvík.
Í 1935, stutt eftir, at hann var komin til Havnar, fór hann at skriva. Fyrst og fremst lá honum á hjarta at lýsa umvendingina og tilburðir ta tíðina (So stór ein Frelsa), men hann hevur alla tíðina síðani tikist við at skriva.
Hann hevur altíð havt tokka til bygdina Leirvík og havt áhuga fyri søgu og søgn, ið eru knýtt at henni. Sumt av tí gav hann út í bókini, sum hevði heitið Eyskarið, og sumt hevur staðið í Dimmalætting sum søgubrot og yrkingar.
Ímillum hesi er rættiliga umfatandi listi við staðanøvnum úr hagapørtum, ið liggja til Leirvík.
Oftast skínur kristna sjónarmið hansara ígjøgnum, tá hann yrkir ella greiðir frá.
Nú heilsan er farin at bila, og hann hevur lagt skrivingina frá sær, liggur handritið Yvir um Jordans flóð eftir hann. Hetta er andaktsbók við einum stuttum lestri til hvønn dag í árinum.
Uppískoyti: Doyði í Leirvík 23. oktober 1995.
|