f. í Funningsfirði 31. juli 1946.
Foreldur: Jacobina (Bina) Dahl, f. Johannessen (1914-85) og Óli Dahl
(1915-92) bæði úr Funningi.
Giftur 15. august 1969 við Marionnu Debes Dahl, f. Joensen í 1947 í
Vestmanna.
Børn: Tóta Árnadóttir, f. 1970, Teitur Árnason, f. 1972.
Bústaðir
Í Funningsfirði til september 1946, á Viðareiði 1946-53, í Klaksvík
1953-63 og 1969-70, í Keypmannahavn 1963-64, í Tórshavn 1964-69,
1970-78, 1979-88, 1989-92, 1993-96 og 2000-, í Tjørnuvík 1978-79, í
Hattarvík 1988-89, 1992-93 og 1996-2000.
Útbúgving og skúlagongd
Realprógv í Klaksvík 1963, lærarapógv (málsliga deild) á Føroya
Lærara-skúla 1969, ársskeið í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri
Føroya 1975-76, exam. art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum
máli og bókmentum 1977.
Arbeiði
Lærari í Klaksvík 1969-70, í Venjingarskúlanum í Tórshavn
1970-83, tíma-lærari á Føroya studentaskúla 1979, tímalærari á Føroyamálsdeildini
einstøk ár í áttitiárunum og á eftirútbúgvingarskeiðum 1980-, tímalærari
á Føroya Læraraskúla 1977-83 og í føstum starvi á sama skúla
1983-. Lærugreinaráð-gevi í føroyskum á landsmiðstøðini 1989-92
og 1993-94.
Formaður í Móðurmálslærarafelagi Føroya 1981-86.
Í blaðstjórn Skúla-blaðsins 1976-81, blaðstjóri á Fríu Føroyum
1983-84, í blaðstjórnini á sama blaði 1984-93.
Hevur skrivað og lagt til rættis hesar bøkur
- Úr Føroya ítróttarsøgu, 1974
- Bókmentasøga I, 1980
- Bókmentasøga II, 1981
- Bókmentasøga III, 1983
- Greiðið og greinið
- um bókmentaviðgerð í framhaldsdeildum og framhaldsskúlum,
1988, 1990
- Grannamálið fyri vestan
- íslendskir tekstir til framhaldsdeildina, 1987+ljóðbók, 1987
- Norskt - nýnorskir tekstir og bókmálstekstir til
framhaldsdeildina, 1989+ljóðbók
Lesið og lærið
- 1. bók: Gott komi í barnið, tekstasavn og arbeiðshefti,
1990
- 2. bók: Bráð er barna lund, tekstasavn og arbeiðshefti,
1990
- 3. bók: Fólk og dýr, tekstasavn og arbeiðshefti,
1990
- 4. bók: Slatur og svik, tekstasavn og arbeiðshefti,
1990
- 5. bók: Ferðing og ferðsla, tekstasavn og arbeiðshefti,
1990
- Lærarabók, 1990
- Ljóðbók, 1990
- Søga og stev 1, 1996
- Søga og stev 2, 1997
- Søga og stev 3, 1997
- Søga og stev 4, 1998
- Søga og stev 5, 1999
- Søga og stev 6, 2000
- Er tað nakað grøðandi?
- brot úr søguni um heilivág og apotek, 1999
- Og orðið var lív
- altartalva í Hattarvíkar kirkju, 2000
Saman við øðrum skrivað ella lagt til rættis
- Ung orð 1, 1984
- Ung orð 2, 1985
- Floygd orð 1, 1988
- Floygd orð 2, 1988
- Skrivligt føroyskt til 7. skúlaár, 1985
- Skrivligt føroyskt til 8. skúlaár, 1986, 1993,
1996
- Skrivligt føroyskt til 9. skúlaár, 1988, 1994
- Skrivligt føroyskt til 10. skúlaár, 1990, 1997
- Mállæra, 1997, 1998
- Vinmenn, 2001
Savnað og greitt til prentingar
- Bókmentagreinir 1-6, 1981-82
- Bergur Djurhuus: Ungur at fara, 1977,
- Føroya Lærarafelag 100 ár 1898-1998, 1998
- Ævisøguliga partin av Løgtingssøguni, 2002
Týtt
- Nordahl Grieg: Skipið stevnir fram á leið, 1979;
- Mette Newth: Ránið, 1990;
- Valhøll 1-5, donsk teknirøð, 1987-89
Týtt saman við øðrum
Hevur frá 1978 staðið fyri forlagnum Fonnum, ið frá
stovningardegnum hevur givið út o.u. 100 bøkur.
Tilskrift
Bóndabrekku 11
100 Tórshavn
tlf./fax: 31 44 52
ella
Á Flatabeiti
767 Hattarvík
tlf./fax: 45 11 58
Teldupostur: fannir@post.olivant.fo
|