Jóannes Dalsgaard

Úr Rithøvundabókini

Jóannes Dalsgaard - f. 26. 07. 1940 í Skálavík. Foreldur Marin Margreta (Marita), f. Hentze, Skúvoy, f. 10. 10. 1906 og Hans Jacob Dalsgaard, Skálavík, f. 29. 3. 1899, d. 1970. Giftur 20. 12. 1967 við Eyðnu Ellefsen, f. 3. 1. 1945 í Miðvági. Børn: Marita Dalsgaard, f. 17. 11. 1969, Marjun Dalsgaard, f. 28. 6. 1972, og Kristina Dalsgaard, f. 19. 1. 1979. 

Fiskimaður 1956 - 58. Studentsprógv 1960, vikarur, arbeiðsmaður og sjómaður. Cand. mag. (sø/fr) frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn 1973. Lærari á Føroya Studentaskúla 1973 - 74 og leiðari á deild skúlans í Suðuroy 1975 - 80. Landsskjalavørður 1980 - 92. Rektari á Føroya Studentaskúla og HF - skeiði 1992 - 93. Landsskjalavørður frá 1. 8. 93. Løgtingsmaður 1980 - 88 og 1991 - 92. Limur í Norðurlandaráðnum 1991 - 92. Limur í stýrinum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin frá 1. 1. 1995. 

Útgáva: Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, yrkingar 1987. Stuttsøgur í bløðum og tíðarritum. Greinir um politiskt og søgulig evni í føroyskum bløðum og útlendskum tíðarritum. Yrkingar týddar til danskt, svenskt, íslendskt, enskt og serbokroatiskt. 

Tilskrift: Nikolai Mohrs gøtu 3, 188 Hoyvík. Tlf. 14009 

Aftur

Upp 

Ritstjórnað: 26-09-2002

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar