|
Viggo Olsen - føddur á Argjum 23. juli 1935. Konan, Sólveig Olsen, f. Jacobsen, Kaldbak. Børn: tríggir synir. Faðir: Niels Jacob Olsen, sjómaður, føddur á Argjum (1900 - 43). Móðir: Andrea Olsen, húsmóðir, f. Mikkelsen, Skúvoy (1902 - 74).
Faðirætt: abbi, Óli Edw. Olsen, sjómaður, føddur á Argjum (1867 - 1957). Omma, Elspa Olsen, húsmóðir, f. Nielsen, Kvívík (1866 - 1933).
Móðurætt: abbi, Andrias Mikkelsen, bakkamaður, Skúvoy (1866 - 1937). Omma, Maria Mikkelsen, húsmóðir f. Olsen, Skálavík (1862 - 1955).
Faðir doyði fyrst í 2. veraldarbardaga. Minnist ikki nógv til hansara. Eg kom at vaksa upp millum abba og mammu og systkini, ið vóru 6 í tali. Eg var yngstur. Abbi var góður frásøgumaður, hevði ferðast víða á havi og verið í mongum londum. Eg var bergtikin av frásøgnum hansara. Móðir var hugsjónarkona, tosaði nógv um føðilandið, fugl, bjørg og blómur. Alt hetta hevði mentanarligt árin á meg.
Eg havi ferðast nógv - víða um - í Norðurlondum, stóran part av Europa, lítla Asia og Norður Afrika og nomið mær kunnleika um teirra land og mentan. Av útbúgving eri eg bygningssnikkari. Listaráhugin vaknaði á Tekniska skúlanum. Havi havt egið verkstað í mong ár, smíðlærari í Hoyvíkar - og Argja skúla í mong ár. Tey seinastu mongu árini verið skúlavørður við Argja skúla.
Givið tvey søvn út á egnum forlagi: Føroyar í rísandi sól, 1977 og Vársins morgun, 1988 - umframt mangar yrkingar í bløðum.
Størsta mentanarliga uppliving, mær hevur verið fyri, var í november 1994. Vit vóru fimm limir úr Rithøvundafelag Føroya - bodnir av svenska rithøvundafelagnum - við tí tignarliga 12.000 tons stóra ferðamannaskipinum MTS World Renaissance úr Grikkalandi, saman við 400 mentafólkum úr 30 londum. Heitið á ferðini var Waves of the Black Sea.
Tilskrift: Argjavegi 47, 160 Argjum. Tlf. 13597
|