Hans Jacob Debes


Úr Rithøvundabókini


Hans Jacob Debes - føddur 17. juli 1940 við Gjógv. Foreldur: Oliver Debes, fiskimaður, og Hansina f. Johannesen.
Vaks upp og gekk í skúla við Gjógv. Árini 1955-1957 til skips við føroyskari slupp og íslendskum trolara. Tók preliminerprógv í Havn í 1959 og í 1962 nýmálsligt studentsprógv.
Í 1970 cand. mag. í søgu og enskum máli og bókmentum frá universitetinum í Keypmannahavn. Í 1969 skeið í enskum á The English Language Institute í Dublin, í 1970 á Saint Claire's Hall í Oxford.
Í 1986 dr. phil. í Háskóla Íslands.
Frá 1971 til 1986 adjunktur/lektor við Føroya Studentaskúla og HF-skeið. Lærari í søgu, enskum, fornaldarfrøði og samfelagslæru. Í nógv ár tímalærari á Føroya Læraraskúla í søgu og enskum. Eisini lærari í enskum á Føroya Handilsskúla.
Í 1989 tilnevndur professari í almennari søgu og Føroya søgu á Fróðskaparsetri Føroya. 1987-1990 prorektor. Deildarleiðari á Søguvísindadeildini. Frá 1995 megindeildarleiðari (dekanur) á Søgu- og samfelagsdeildini.
Tilnevndur av kenslumálaráðharranum próvdómari í søgu við donsk universitet. Próvdómari við Ilisimatusarfik í Nuuk. Hevur verið próvdómari við magistara- og doktararitgerðir. Hevur verið 1. almenni opponentur við doktararitgerðarverjur við universitetið í Århus og fakultetsopponentur við universitetið í Lund. Stjórnarlimur í stovninum Nordisk Historikerkongres og Selskabet til udgivelse af færøske Kildeskrifter. Verið við á norðurlendskum og altjóða vísindaráðstevnum. Limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum 1988-1992. Limur í stjórn Føroya Fólkaháskúla 1973-1990.
Formaður í nevndini, sum fyrireikaði yvirtøkuna av føroyska skúlaverkinum frá ríkinum til heimastýrið 1978. Limur í Færøernes Skoledirektion 1975-1978, síðan limur í Landsskúlaráðnum 1988-1992. Formaður í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin 1975-1979 og 1989-1991.
Løgtingsmaður 1983-1987 fyri Tjóðveldisflokkin. Í tí sambandi formaður í Rættarnevndini, limur í Umhvørvisnevndini, limur í Tingmannaráði Útnorðurs og føroyskur formaður.

Nøkur prentað verk. 1969: Tjóðskaparrørslan og Føringafelagsstíðin. Formæli. Føringatíðindi. 
1984: Nú er tann stundin. Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906. Við søguligum baksýni. (Doktararitgerð). 
1985: Leitan eftir rótunum. Inngangur til Niels Winther: Færøernes Oldtidshistorie. 
1990: Føroya søga 1. 
1995: Føroya søga 2. 
1987: Nationale og etniske minoriteter i Norden i 1800- og 1900-tallet. Færøerne. Rapporter til den XX Nordiske Historikerkongres. Reykjavík 1987. Ritstj. Gunnar Karlsson. 
1990: De døde i livet - de levende døde. Søkelys på biografi- og memoarlitteratur. Seminar í Norðurlandahúsinum 1989. 
1990: Uten etikken befinder vi os let på den forkerte side. Etikk i politikk og journalistikk. Seminar í Norðurlandahúsinum 1990.
1991: Færøerne: Identitetserkendelse og nationalisme i en rigspolitisk periferi. Nordatlantiske foredrag. Seminar í Norðurlandahúsinum 1989. 
1991: Trygging í Føroyum. Tryggingarsambandið Føroyar 50 ár. (Ritstj.) 
1993: Politiska søga Føroya 1814-1906. 
1993: Ein kvistur spretti... Keldur til politisku søgu Føroya 1800-1906. 
1993: Tjóðskaparrørsla. Sum granskingarevni. Føroyar sum dømi. Fróðskaparrit 1992. 
1991: Jóannes Patursson. Ein byrjan til eina politiska ævisøgu. 
1993: Føroyar á bretskum valdaøki fram til fyrra heimskríggj. Frændafundur. Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu 1992. Reykjavík. 
1993 og 1995: Problems Concerning the Earliest Settlement in the Faroe Islands. The Viking Age in Caithness, Orkney and the North Atlantic. Ed. Colleen Batey, Judith Jesch and Christoffer Morris. Edinburgh. 
1993: The Faroe Islands. Medieval Scandinavia. An Encyclopedia. Ed. Phillip Pulsiano. New York & London. 
1993: Historia - en översikt. Hasse Schröder: Färöarna - mer än fåglar. Uppsala. 
1994: Omkring formationen af en nation. Færøerne som unikt og komparabelt eksempel. Fróðskaparrit. 
1994: Ísland - land og ríki. Politiska søga Íslands. 
1994: Ideer og identitet. Færøerne og europæiske tidsbevægelser. Nordisk Historikerkongres. Oslo. Kongresrapport. 
1994: Tey óreinu á Argjum. Sosialurin. 
1994: Sjórænarar og turkar. 
1995: Nólsoyar-Páll. Maðurin og samtíð hansara. Sosialurin. 
1995: Konsul í Føroyum. Umseting og kommentering av Henry Montagu Villiers: Charms of the Consular Career. 
1995: Andarnir og konan úr Kanada. Dimmalætting. 
1995: Ein amerikanari í Føroyum um aldaskiftið. Dimmalætting.
1995: On the Formation of a Nation: The Faroe Islands. Ethnicity and Nation Building in the Nordic World. Ed. Sven Tägil. London. 
1995: Færøerne og Norge. En tusindårig forbindelses begyndelse, forløb og afslutning. Norsk Historisk Tidsskrift nr. 1. 
1995: Uselvstændighedens krise i Nordatlanten. Sosialurin. 
1995: Nólsoyar-Páll - der Mann und seine Zeit. Tjaldur. Mitteilungsblatt der Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel. 
1995: Die Krise der Unselbständigkeit im Nordatlantik. Tjaldur. Mitteilungsblatt der Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel.

Fekk í 1986 M.A. Jacobsens Virðisløn fyri bókina „Nú er tann stundin...".
Bókaummæli, fyrilestrahandrit og politiskar greinir eru ikki tikin við í hesum yvirliti.

Tilskrift: Torfinsgøtu 7, 100 Tórshavn. Tlf. 14465 

Aftur

Ritstjórnað: 26-09-2002

Upp

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar