|
Eg eri føddur 11. juli 1920 inni í Líð í Kollafirði. Pápin, Sigvald Oliver Djurhuus, var kollfirðingur, abbin var Napoleon Djurhuus, bóndasonur úr Tinggarðinum, og eri eg sostatt ættaður frá sjóvarbóndunum. Sjóvarbóndin yngri Jens Hendrik Djurhuus var oldurabbi mín. Mamman, Anna Sofie Elisabeth, f. Hansen, var úr Lon í Miðvági. Húsini í Lon standa í býlinginum uppi í Húsi. Abbi mammu, langabbi, var úr Nólsoy, og so vítt eg veit nær í ætt við Nólsoyar Páll. Vit vóru 10 systkin, 4 dreingir og 6 systrar. Næstyngsti beiggin var skaldið Tummas N. Djurhuus, og doyði hann sum kunnugt á ferð í Portugal 2. august 1971. Henda fyri okkum sera dapra hending gjørdi tað, at eg vaknaði og fór at royna at skriva. Mín hugsan hevði altíð verið, at Tummas var tann av systkjunum, sum tók sær av tí skrivliga, og haldi eg, at tað lá stak væl fyri hjá honum; men brádliga tagnaði røddin, og so mátti eitthvørt gerast. Hetta vóru tankar, eg gjørdi mær, meðan vit sigldu úr Keypmannahavn við Lómi við líkinum av Tummasi í lastini. Eg skrivaði so stuttsøguna Fyrsta árið til skips, ivaðist leingi, men fór so út á Háskúlan til Steinbjørn B. Jacobsen, sum tá var ritstjóri á Varðanum. Hann lovaði at lesa, men væl man søgan hava fallið honum, tí eg var ikki meir enn komin til hús, tá ringdi hann og helt, at hetta var ein ófør søga, hon skuldi so avgjørt sleppa í Varðan, og tá ið hann kom, stóð hon á oddaplássinum í Varðanum nr. 44.
Sum heilt ungur fekst eg eitt sindur við at yrkja tættir, og havi eg eisini fingist við hetta síðstu árini. Tað mesta hevur verið til veitslubrúk, men onkur hevur staðið í 14. september. Har hava eisini fleiri yrkingar staðið. Eg havi eisini tikið dúgliga lut í blaðkjaki, so í 14. september finst nógv, sum eg havi skrivað. Sum heilt ungur var eg hugtikin av religión, tók aktivt lut í møtum hjá Heimamissiónini og royndi eisini at týða sangir til føroyskt. Tað fyrsta, eg fekk á prent, var ein stubbi í Ungmannablaðnum, eg haldi umleið 1934.
Eg gekk í skúla í Kollafirði, fór 14 ára gamal til skips. Á heysti 1939 fór eg til Danmarkar á Haandværkerhøjskolen í Haslev og slapp ikki heim aftur fyrr enn til jóla í 1946. Í 1952 gjørdi eg sveinaroynd sum bilsmiður, arbeiddi sum slíkur til september 1970, tá eldur kom í verkstaðið, sum eg sjálvur átti. Eg brendist illa og mátti tí gevast sum bilsmiður. Fór so at koyra taxabil og gavst á ólavsøku 1993. Einum vetrarskeiði í føroyskum og einum í týskum havi eg luttikið í á Fróðskaparsetrinum. Eg giftist í 1949 við Ingeborg, f. Olsen av Deild í Vestmanna. Í 1955 bygdu vit hús í Torfinsgøtu 4 í Tórshavn, og her húsast vit enn. Vit fingu 4 børn, 3 gentur og ein drong. Drongurin doyði bert 21 ára gamal. Genturnar eru allar giftar, ein býr í Føroyum og tvær í Danmark. Eg fáist enn við at skriva, men ikki er hetta blivið til meira enn tvey stuttsøgusøvn. Tey eru Lívsmyndir, ið kom út í 1979 og Lívið er eittans, sum kom í 1983.
Politiskt havi eg stuðlað Tjóðveldisflokkin, og haldi eg meg standa á vinstra vongi í hesum flokki.
Tilskrift: Torfinsgøtu 4, 100 Tórshavn. Tlf. 12485
|