|
Arne Nørrevang - føddur 10.07.1933 í
Fasterholt í Jyllandi; móðir Anna Elisabeth Frederikke Djurhuus, fødd
í Fuglafirði, faðir Peder Einar Nørrevang, føddur í Køge. Børn:
Iben Angelica, fødd 1960 og Pia Monica, fødd 1962. Sambúgvi: Elin Súsanna
Jacobsen, fødd 1941.
Gekk í realskúla í Skanderborg, studentsprógv 1952 frá Århus
Katedralskole. Hertænasta 1955-56. Mag. scient. í lívfrøði frá Københavns
Universitet 1960. Serritgerðin var um atburðin hjá lomviganum út frá
kanningum í Mykinesi. Doktararitgerð 1965 um búning av kynskyktunum
hjá einum sandmaðki, Priapulus caudatus, kannað við
elektronmikroskopi.
Varð settur sum amanuensis á Københavns Universiteti 1960, lektari
1965, docentur 1965-83. Lærari á Føroya Læraraskúla 1983-86. Frá
1987 savnsvørður á Føroya Náttúrugripasavni og frá 1995
professari á Fróðskaparsetri Føroya (40% starv).
Ferðast í Føroyum í summarfrítíðini 1946-50, og skrivaði fleiri
greinir í vísindaligum tíðarritum um fuglalívið í Føroyum og
greinir til dagbløð og vikubløð í Danmark og Týsklandi.
Frá 1975 við stuðli frá Carlsbergfondet miðvís kanning av fuglaveiði
í Føroyum, ið mest bygdi upp á samrøður við veiðimenn og sum kom
út sum bók: Fuglefangsten på Færøerne - Úr bjargasøguni 1977
(umsett til føroyskt Hans Thomsen). Seinni fleiri smágreinir um ymisk
partevni av fuglaveiðini í vísindaligum tíðarritum.
Frá 1988 stjóri á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak og
leiðari av BIOFAR-verkætlanini, sum er kanning av botndýralívinum í
føroyskum sjógvi. Til 1995 eru 36 vísindaligar greinir sprotnar úr
hesi verkætlan.
Ritstjórnað ymiskar bøkur fyri Politikens Forlag, m. a. verkið
Danmarks Natur, har bind 12 er um Føroyar.
Limur av Fróðskaparfelag Føroya, 19xx-xx formaður. Formaður í
Listasavni Føroya 19xx-xx.
Greinir við føroyskum evnum:
1951: Nogle ornithologiske iagttagelser fra Færøerne. - Dansk
Ornithol. Foren. Tidsskr. 44: 192-199
1952: Skråpe (Puffinus puffinus (Brünn)) og skråpefangst på Færøerne.
- Dansk Ornithol. Foren. Tidsskr. 45: 96-101
1953: Med H. Makowski: Über die Nutzung von Jungvögeln des
Schwarzschnabel-Sturmtauchers auf den Färöer-Inseln. - Die Vogelwelt
74: 20-21 mit 4 Tafeln
1954: S. F. Niclasens ornithologiske optegnelser fra Færøerne. - Dansk
Ornithol. Foren. Tidsskr. 48: 150-155
1955: Med K. Williamson: Betaling af næbtold på Færøerne. Uddrag af
H. W. Feildens dagbog. - Dansk Ornithol. Foren. Tidsskr. 48: 240-241
1956: Forandringer i den færøske fugleverden i relation til klimaændringer
i det nordatlantiske område. - Dansk Ornithol. Foren. Tidsskr. 206-229
[Bind?]
1957: On the Breeding Biology of the Guillemot (Uria aalge (Pont)). -
Dansk Ornithol. Foren. Tidsskr. 52: 48-74
1958: Søfuglenes udvælgelse af ynglebiotop på Mykines, Færøerne. -
Dansk Ornithol. Foren. Tidsskr. 54: 9-35
1959: Considerations on Avifaunal Connections across the North Atlantic.
- Dansk Ornithol. Foren. Tidsskr. 57: 99-109
1961: Med B. Mannheims & B. Theowald: Die Tipuliden der Färöer
(Diptera). - Entomol. Medd. 32: 193-198
1962: Fangst af skråpens unger på Færøerne. Folk og Kultur 1977:
41-61
1963: Ecological Aspects of Fowling in the Faroes. - Ibis 120: 109-110
1964[?]: Land Tenure, Fowling Rights, and Sharing of the Catch in
Faroese Fowling. - Fróðskaparrit 27: 30-49
1965[?]: Viðarvrakið í Mykinesi. - Mondul 7, no, 2: 20-28
1966: Traditions of Sea Bird Fowling in the Faroes: An Ecological Basis
for Sustained Fowling. - Ornis Scandinavia 17: 275-281
1967[?]: Ritstjórnað Symposium on Marin Biology and Oceanography ot
the Faroe Islands - Abstracts. Årbok 1991-92 Norðurlandahúsið í Føroyum:
67-100
1968[?]: Bunddyrfaunaen på Færøbanke. - Seminar om Færøbanken,
Torshavn, 12.-13. november 1992: 116-122.
1969[?]: Fuglefangsten på Færøerne. - Rhodos, København. 275 pp.
1970[?]: Høvuðsritstjóri av verkinum Danmarks Natur - 12 bind
(Politikens Forlag) 1967-72, endurskoðað útgáva 1979-81, bind 12: Færøerne.
Tilskrift: Tórsbyrgi 13, 100 Tórshavn. Tlf. 11399
|