xx
XX

Úr Rithøvundabókini

Sigmund Poulsen -føðingardagur 7. januar 1954. 
Móðir: Hannufía Poulsen, dóttir Sigmund Niclasen, Kunoy, og Anniu J. Stein Abrahamsen, Oyndarfirði. Hann doyði ungur og hon giftist uppaftur við Daniel Danielsen, Húsum. 
Faðir: Hans A. Poulsen, sonur Poul Johan Poulsen, í Stovugarðinum í Uppsølum, Klaksvík, og Onnu Sofíu Klakkstein, úr Innistovu í Vági, Klaksvík. 
Giftur við Ásu Djurhuus, apoteksassistenti, dóttir Kathrinu og Johan O. Djurhuus, Vági. 
Børn: Barbara 1977, Sissal 1985 og Durita 1990.
Útbúgving: Løgfrøðingur við Keypmannahavnar Universitet 1991.
Starv: Advokatur. Hevur sjálvstøðugt advokatvirki í Tórshavn saman við Pálli Nielsen, advokati. Arbeiddi sum blaðmaður eftir lokið studentsprógv 1975 til 1978, og í Útvarpi Føroya frá 1978 til 1989. Skrivari starvsmannafelagsins frá 1989 til 1991. Las løgfrøði samstundis frá 1986 til 1991.
Verk:
Og dreymarnir venda sær, yrkingar 1974
Royndir, yrkingar og smásøgur 1976
Jesus og Makedonarin, teksthefti 1984
Rætt og rangt, undirvísingartilfar í mannarætti 1988
Fleiri útvarpsleikir, smáleikir og stuttsøgur í Útvarpi Føroya, ikki útgivið
Fleiri sangtekstir til føroyska tónleikaútgávu
Annað tilfar framført alment, ikki útgivið.

Adressa: Postboks 2026, 165 Argjum. Tlf. 13959 

Aftur

Upp 

Ritstjórað: 26-09-2002

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar