Óli Dahl

26/6- 1915  -  30/10-1992


Óli Dahl føddur í Funningi 26. juni 1915, sonur Søren Dahl úr Funningi og Annu Sofie f. Poulsen úr Sandvík.
Giftur við Jacobinu Malenu úr Funningi.
Andaðist 30. oktober 1992.

Óli tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1938.
Var lærari við Gjógv, Elduvík, Funningsfirði, Viðareiði og í Klaksvík 1953-82.

Útgávur:
1960: Landnám (yrkingar)
62-74: Blaðstjóri á Norðlýsinum, fleiri tíðarskeið
1966: Hví ? (smásøgur)
1970: Jólamaðurin sigur børnunum frá (smásøgur)
74-75: Vit fara upp á gólv, bd. 1-4 (savn)
1975: Fjallabrúður (yrkingar)
1976: Við abba á floti (barnabók)
1977: Við gubba at kasta nót (barnabók)
1977: Við ommu til neytar
1978: Við mammu í torvi (barnabók)
1978: Við "Núpi" á Munkagrunninum (barnabók)
1980: Til bjarga (barnabók)
1983: Til látra (barnabók)

Í 1979 fekk Óli Dahl barnabókheiðursløn Tórshavnar Býráðs.

Aftur

Ritstjórnað: 26-09-2002

Upp
 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar