|
Marius Joensen, f. 21/6-1927. Marius er
sonur bóndafólkini á Ryggi í Miðvági. Pápin var Jógvan Joensen bóndi
og mamman Sofía ættað úr Bartalsstovu í Sandavági.
Sum 18 ára gamal fór hann til sjós. Fyrst fór hann við trolaranum
Varðberg úr Miðvági á ísfisk, Jens Jacob Niclasen var skipari. Síðani
var hann við fleiri skipum fyri at fáa siglingstíð, t.d. Grønlandsfarinum
og Seagul.
Á heysti 1950 fór hann á háskúla, har Jóhannes av Skarði og
Mourits Mohr vóru lærarar. Aftaná fór hann á setuskiparaskúla, og
síðani tók hann longdina.
Aftan á lokna útbúgving var hann nakrar túrar við Varðberg og
Royndini Fríðu.
15. november 1953 giftist hann við Kitty Niclasen, dóttir Dánial og
Nellu úr Miðvági. Og fingu tey tríggjar synir.
Tey fylgjandi árini var hann m.a. við Doceu, Tindhólmi úr Sørvági,
2 ár í Borgshavn, 2 ár við Atlantsfarinum og eitt summar við íslendskum
trolara.
Tey seinastu árini sigldi hann við norðmonnum, mest út frá
Hammerfest, Tromsø og Andenes. Tilsamans í 19 ár. Eisini var hann
onkran túrin við Magnusi Heinasyni.
Eftir at hava fingið skaða í ryggin, legðist hann uppi, og fór at
arbeiða á flakavirkinum í Miðvági. Tó so, sjógvin vil hann ikki
sleppa, hann hevur fingið sær opnan bát, og so ofta sum høvi býðst,
er hann á floti.
Pápin og fleiri onnur í grannalagnum vóru søgufróð fólk. Hann tímdi
væl at lurta eftir, so hann fekk nógv at vita um alt gamalt, harímillum
hvar tey ymisku miðini vóru, og nær frægast var at royna á ávísum
støðum, alt eftir árstíðini. Hann legði seg tíðliga eftir at
skriva niður um miðini og at spyrja meir. Tá hann so seinni legði
til merkis, at vitanin um hesi nógvu mið var um at hvørva, avgjørdi
hann at geva út bók við miðum, so henda fólkaogn ikki skuldi hvørva.
Bókin eitur Mið og menn og kom út í 1987.
Enn fæst hann við at festa okkurt á blað um heimbygdina.
Tilskrift: á Ryggi, 370 Miðvági. Tlf. 32641
|