Rógvi Thomsen


Úr Rithøvundabókini

Rógvi Thomsen - føddur 16/6 1948 í Klaksvík. Foreldur: Carolina f. Joensen í Sørvági og Herluf Thomsen f. 1908 í Trongisvági.

Útbúgving: Lærari frá Føroya Læraraskúla 1972 og pedagogiskt kandidatprógv (cand. pæd.) frá Danmarks Lærerhøjskole 1981.

Størv: Fólkaskúlalærari í tíðarskeiðum, bæði í Føroyum og Danmark, frá 1972 til 1994, 1975 - 1982 lærari við føroyska skúlan í Keypmannahavn, 1983 - 85 tilflytara - og flóttafólkaundirvísing í Ishøj, styttri skeið við Fólkauniversitetini í Keypmannahavn og Ålborg, undirvíst á Sjúkrasystraskúla Føroya 1985 - 87 og leiðari á Føroya Skúlabókagrunni 1986 - 1990, skeið við Eftirútbúgvingina fyri fólkaskúlalærarar 1993, 1994 lærari á Føroya Læraraskúla.

Nevndarstørv: Nevndarlimur í Mentunargrunni Studentafelagsins 1981 - 1990. Limur í stýrinum fyri Føroyahúsgrunnin í Keypmannahavn 1979 - 1985.

Fyrilestrar: Fyrilestrar á Fróðskaparsetrinum 1985 og annars í fleiri umførum, í Norsk faglitterær forfatterforening 1988, hjá Hagflenkir 1988, á Háskúlanum 1988, í Norðurlandahúsinum 1989, á Landsbókasavninum 1990, á stevnuni "Bogen som kulturbærer", norrøn stevna í Klaksvík, juni 1990, fyriskipað av føroyska og norska rithøvundafelagnum saman við Norðurlandahúsinum, á "Nordträff" í Göteborg 1990, norrøn stevna fyri lærubóka - og yrkisbókarithøvundar, á Háskóla Íslands 1992, í Útvarpi Føroya 1994, annars á ymiskum ráðstevnum og fundum bæði í Føroyum og hinum Norðurlondum. Evnini fyri fyrilestrarnar hava í mestan mun verið um ymisk mentanarmál, samfelagsevni, skúlamál og søgulig evni. Flestu av nevndu fyrilestrum eru komnir á prent í bókum, serritum, tíðarritum og bløðum. 

Greinar og ummæli: Greinar í føroyskum og útlendskum tíðarritum og bløðum m.a. í Brá, Skúlablaðnum, Sosialinum, Skúlabókaframsýningini 1985: framsýningarritið, Sprotanum, Árbók hjá Norðurlandahúsinum í Føroyum, Audhumlu, Syn og Segn o. ø. 
Ummæli í Brá, Útvarpinum, bæði føroyska og danska, Sjónvarpinum, Sosialinum, Dimmalætting og Dagblaðnum, hetta eru ummæli av bókum, sjónleiki og list.

Útgávuvirksemi: Blaðstjórnalimur á Brá frá byrjanini í 1982, Mentunargrunnur Studentafelagsins 1981 - 90, Føroya Skúlabókagrunnur 1986 - 90.

Ritstjórnað saman við øðrum: Amariel Norðoy. Listabók, Mentunargrunnur Studentafelagsins 1987. Ingálvur av Reyni. Listabók. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1989.

Skrivað í: Bókin undir lesiglasið. Føroya Landsbókasavn 1990. Bogen som kulturbærer. Rapport frå eit nordisk forfatterseminar, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið í Føroyum 1990. Frændafundur. Ráðstevnurit. Ritstjórnað Magnus Snædal og Turið Sigurðardóttir. Háskóli Íslands - Háskólaútgáfan. Reykjavík 1993.

Tilskrift: Jákup Nolsøes gøtu 37, 100 Tórshavn. Tlf. 11494 

Aftur

Upp 

Ritstjórað: 26-09-2002

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar