|
Fødd 5. juni 1942 í Havn, dóttir Allan McIver Cambell úr Skotlandi
og Mariu Rubeksen úr Havn.
Tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1964. Hevur verið lærari
síðani 1967 á Adventistaskúlanum í Havn.
Effie er virkin týðari, hevur týdd bøkurnar Skýmingarløta 1-4, og
hevur verið medarbeiðari á Sunnudagsblaðnum í 25 ár.
Effie Campbell fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í 2000
fyri týðingar av kristiligum søgum.
|