|
Eg eri fųdd ķ Ųravķk 8/5 - 1963, og vaks upp har hjį ommu og abba mķnum, Almu og Jens Paula Poulsen. Aftanį lokiš realprógv frį Tvųroyar skśla 1980 var eg į hįskśla ķ Noregi. Ķ 1983 tók eg HF prógv į HF - skeišinum į Tvųroyri.
Summariš 1983 fór eg til Danmarkar at lesa į lęrda hįskślanum ķ Roskilde. Aftan į nųkur įr flutti eg til lęrda hįskślan ķ Keypmannahavn og fekk hašani cand. mag. prógv ķ donskum og folkloristik į heysti 1992. Ķ lestrartķšini arbeiddi eg eisini: reingeršararbeiši, į einum barnagarši og ķ summarfrķtķšunum į flakavirki. Ķ 1990 tók eg eitt hįlvt sabbat - įr og fjakkaši fżra mįnašir ķ Sušurameriku.
Eg eri gift viš Jan Mortensen og vit eiga ein 3 įra gamlan son.
Sķšan eg ķ 1993 flutti til Fųroya, havi eg veriš arbeišsleys meginpartin av tķšini, tó havi eg arbeitt sum avloysari ķ Sankta Frans skśla og ķ Studentaskślanum ķ Hoydųlum. Nś eri eg byrjaš sum tķmalęrari ķ donskum į Fųroya Handilsskśla og į HF - skeišinum ķ Hoydųlum.
Tķšina eg havi veriš 'arbeišsleys' havi eg lagt seinastu hond į eitt yrkingasavn, iš Mentunargrunnur Studentafelagsins ętlar at fįa śt ķ november. Heitiš į hesum savni veršur vęntandi: Ķmillum.
Aftur at yrkingasavninum Lįt, iš kom ķ 1988, havi eg skrivaš onkrar greinir:
UNIFOL 1991 - 92, Folklore på Fęrųerne, viš heitinum: Beinta og Peter Arrheboe - holdninger til trolddom på Fęrųerne.
Tķšarritiš Transit, Klima - Nordisk Lyrik 1984 - 1994, serśtgįva 1994 ķ sambandi viš Nordisk Forum ķ Åbo, grein um yrkingar hjį kvinnum ķ Fųroyum, viš heitinum Rejsende.
Mįlting, 12, 1994, Navniš spillir ongan, um navnagįvusišir millum fųroyingar į Sęlandi.
Mķnar fyrstu yrkingar (ungdómsyrkingar) stóšu ķ Barnablašnum. Fróši Vestergaard hevur sett lag til eina yrking, į plįtuni Stormįvaring hjį Fróša og Deiggj frį 1985. Nakrar yrkingar stóšu ķ Brį nr. 8, 1986, įšrenn tęr komu ķ Lįt, og tvęr yrkingar ķblįstar av Sušuramerikutśrinum hava stašiš ķ Oyggjaskeggja.
Tilskrift: Jįkup Dahls gųtu 8, 100 Tórshavn. Tlf. 16766.
|