Levi Niclasen
Óðin Ódn er skaldanavn, Levi Niclasen

Úr Rithøvundabókini

Føddur á Tvøroyri 1. mai 1943 - meira deyður enn livandi - fekk navn (varð doyptur) dagin eftir - eitur eftir pápasystur míni Lenu, ið búði í Sandvík, men andaðist í bestu árum. 
Foreldur: Thomasia Niclasen, f. Thomasen á Giljanesi í Vágum og Hentzar Niclasen, kongsbóndi á Hamri í Hvalba. 
Arbeiddi aftan á barnaskúlan í kolinum. Var í Grønlandi 1960 og 1961 og arbeiddi á landi í Føroyingahavnini fyri Nordafar. 
Tók prógv frá Føroya Læraraskúla í 1967. Var settur sum lærari við Hvalbiar skúla 1. august 1967. - Hevur verið skúlaleiðari við Hvalbiar skúla frá 1. august 1979. 
Verið á Fróðskaparsetri Føroya og fullført nám í føroyskum og bókmentum 1969 - 70. 
Aftur á Fróðskaparsetri Føroya og fullført skeið - Guð viti til hvørja nyttu - í uppalingarfrøði og sálarfrøði - kristni / religión - mállæru - fornnorrønum og málsøgu - týðing og málrøkt - eldri bókmentum - bókmentaundirvísing og nýføroyskum bókmentum - føroyskari mentan og siðsøgu - søgu - Ongantíð biðin sum próvdómari t.d. 
Medarbeiðari á Dagblaðnum 1971 - 73 og havt fastan tátt í blaðnum undir heitinum Gaman og Álvara. 
Havi givið út bøkur - goldnar úr egnum lumma: 
  
Hvirlur (yrkingasavn) 1970 
Eg eri í iva (yrkingasavn) 1970 
Tey í urðini (søgusavn) 1973 
Reyðibarmur (yrkingar og stuttsøgur) 1974 
Viðrák og Mótrák (yrkingasavn) 1975 
Óttast ikki (yrkingasavn) 1975 
Nívandi niða (yrkingasavn) 1983 
Lovað er lygnin (yrkingasavn) 1983 
Eg eigi eina mynd (yrkingasavn) 1987. 
  
Týðingar: 
Eydnuríki prinsurin (O. Wilde) (Føroya Lærarafelag 1977) 
Heilaga landið (Pär Lagerkvist) (felagið Varðin 1986). 
  
Giftist 3. juli 1971 við Súsonnu Niclasen, f. Holm. Hon er fødd í Hvalba 10. september 1950. Vit eiga í hjúnalagnum tríggjar synir, ið eita: 
Tórarinn, Tóroddur og Njálur. 
  
Tilskrift: 850 Hvalba. Tlf. 75209 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar