|
Alexandur Kristiansen føddur 23/4 - 49 í Fuglafirði. Giftur 17/7 - 77 við Karolinu (fødd Matras) úr Klaksvík. Børn: Sámal f. 17/12 - 77, Høgni f. 17/6 - 82 og Búgvi f. 29/5 - 88. Slektin
annars:
|
abbi mín Alexander Kristiansen
føddur og deyður í Fuglafirði
|
|
abbi mín Bartal Eliassen
føddur og deyður í Fuglafirði
|
|
omma mín Súsanna Kristiansen
fødd í Funningi, deyð í Fuglafirði
|
|
omma mín Elin Eliassen
fødd og deyð í Fuglafirði |
|
pápi mín Sámal Kristiansen
føddur og býr í Fuglafirði
|
|
mamma mín Bergtóra Kristiansen
fødd og býr í Fuglafirði
|
Sleit mínar barnaskógvar niðri í Gjógvarátúni og har um vegir. Og gekk í skúla. Og royndi eitt sindur av hvørjum. Og var í sildini sumrini 64 - 67. Og var við línubáti í 68. Og hetta árið royndi eg eisini, hvussu tað var at ganga á studentaskúla í Høng - men bara eitt hálvt ár. Og royndi eitt sindur meir av hvørjum. Og fabrikkin og flakavirkið vóru eisini míni arbeiðspláss hesi árini fram til 70, tá ið eg fór út í Koltur at vera vikarur. Og í 71 fór eg á læraraskúla í Havn og tók prógv haðani í 76. Og í tvey ár var eg so lærari á Venjingarskúlanum. Og síðan 78 havi eg verið lærari í heimbygdini. Og næstan alla tíðina havi eg lisið bøkur og roynt at skriva. Og yrkt og umsett sálmar og sangir og barnarímur og ordiligar yrkingar. Og viðhvørt hevur tað eydnast. Og eg havi eisini givið hesar bøkur út:
Nón, yrkingar 68
Assa, yrkingar 69
Jomfrú við ongum bróstum, yrkingar 72
Við fjøll og bláan fjørð 72
Málið er mítt øki, yrkingar 75
Kannubjølluvísur, barnarímur 77
Várt dagliga lív, yrkingar 79
Barnabros, barnarímur 83
Útskot, yrkingar 83
Havnarlív, yrkingar 84
Kærleiki mín, yrkingar 84
Mánageitin, barnarímur 89
MánadagsMortan, barnarímur 90
Staksteinar, yrkingar 90
Odysseus í hjartanum, yrkingar 91
GrísaflísaPætur, barnarímur 92
Og hesar týðingar
Tann lítli prinsurin 80
Eingin er sum Rosali 81 (óprentað)
Toffi og Andrea 83 (óprentað)
Andrea + 7 cm, Toffi + 6 cm 83 (óprentað)
Ulo mín, ulo mín 87
Teir trampa 89
Hvør eri eg 89
Allir mínir dunnungar 91
Ribbaldurin Bibbi 92
Ein vættur fór at ferðast 92
Ævintýrið um vøttin 93
Bembil býr í búkinum 93
Bembla kemur heim 95
Tilskrift: 530 Fuglafirði. Tlf. 44627
|