Jóhannes av Skarði

Úr Rithøvundabókini

Jóhannes av Skarði er føddur í Tórshavn 7. apríl 1911. Hann er sonur Símun av Skarði, fólkaháskúlastjóra (3. mai 1872 - 9. oktober 1942), føddur á Skarði, og Sonnu (19. apríl 1876 - 12. februar 1978) fødd Jacobsen, á Húsum í Tórshavn. 
  
Hann gekk á Føroya Fólkaháskúla veturin 1925 - 26 og var síðan í handverkslæru til 1929. Hann var í Noregi 1929 - 30; fyrru helvtina av tíðini arbeiddi hann á bóndagarði, og veturin 1929 - 30 var hann á Voss Folkehøgskole. Hann tók í 1932 preliminerprógv frá Høng Eksamenskursus í Danmark og studentsprógv frá Høng Gymnasium í 1934. Var stud. polit. við lærda háskúlan í Keypmannahavn 1934 - 38 og kom so heim til Føroya og gjørdist hjálparkennari við Føroya Fólkaháskúla 1938 - 42, stjóri við sama skúla 1942 - 52, og aftur kennari 1953 - 76. 
  
Hann hevði fríár frá skúlanum 1972 - 73 og var hetta árið í Íslandi. Sat har í frið við orðabókaarbeiði og øðrum. Upplivdi Ísland og kom í samband við menn, var til fyrilestrar á lærda háskúlanum har. 
  
Jóhannes hevur eftir munnligari frásøgn savnað og skrivað upp orð og orðafelli og tilfar viðvíkjandi gomlum føroyskum arbeiðslag og gamlari føroyskari amboðsmentan. Eitt úrslit av hesum savningararbeiði sæst í ritgerðunum: Føroyski leypurin (Fróðskaparrit, 4. og 5. bók), Eitt sindur um bjargarøkt í Skúvoy (Varðin 37. bind) og Faroese Cultivation and the Peat Spade (í "The Spade in Northern and Atlantic Europe", Belfast 1970). Hann skrivaði bóklingarnar Føroyskur orðalisti til Otto Jespersen: Engelsk begynderbog 1, 1956 og Úr fyrisitingar og skrivstovumáli (í røðini: "Føroyskt orðatilfar", bind I), 1960. Í 1967 kom Donsk - føroysk orðabók. So eru tær tríggjar ritgerðirnar: Føroya Fólkaháskúli 1899 - 1949 (í 50 - ára minnisriti skúlans saman við Rasmusi Rasmussen) 1949; Fólkaháskúlin (Varðin 32. bind) og Jólafundurin (Varðin 36. bind). Týðingar í bókaformi: Carl Larson i By: Verja og vaka og aðrar søgur, 1952; Albert Camus: Fremmandamaðurin, 1968. - Hann týddi framhaldssøgur í ritunum Alduni 1941 og Glugganum 1955 - 58. So kom - eftir donskum handriti hjá R.K.Rasmussen lækna - Gomul føroysk heimaráð 1959; Ensk - føroysk orðabók 1984, og týðingin Kalevala, tjóðkvæði Finna 1993. 
  
Jóhannes giftist 18. juni 1945 við Paulinu, f. Berg. Hon er úr Sandvík, f. 13. september 1923 og er dóttir Hans Jacob Berg (21. oktober 1892 - 18. mai 1926) og Alexandru, f. Mørk (27. juli 1894 - 19. november 1945), bæði úr Sandvík. Jóhannes og Paulina hava fýra børn: Símun (f. 27. apríl 1945), Hans Jákup (f. 26. august 1946), Sonnu (f. 4. oktober 1949) og Aleksandru (f. 10. september 1955). 
  
Tilskrift: Bóndaheygi 21, 100 Tórshavn. Tlf. 12699 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar