|
Jóanes Sekjær Nielsen - upprunaliga ætlaður at eita Sólbjørn Sekjær Nielsen. Føddur 5/4 1953. Men tað hendi í teimum døgum, sum skrivað stendur í Lukas evangeliinum, at Jóannes í Sakarstovu í Sumba kom at vitja ommu mína í dreymi. Úrslitið av hesi luftigu vitjan var navnið Jóanes. Afturat tí kemur Sekjær. Pápi mín hevði tað eisini til millumnavn, og Sekjær er navnið á suðurjútsku bygdini, har abbi mín vaks upp. Mítt eftirnavn Nielsen kemur frá langabbanum Hans Nielsen. Kona hansara Cathrine var dóttir ein norðmann, ið æt Jens Olsen, og hesin oldurabbi mín kom í 1848 sum frívilligur at hjálpa dønum í krígnum móti týskarum. Við øðrum orðum er navn mítt sett saman av einum dreymi, einum staðarnavni, og ein farri av kríggi hómast í eftirnavninum.
|
Abbi mín Vilhelm Nielsen,
føddur í Nagbølmark, deyður í Havn
|
|
Abbi mín Jóan Petur Kjærbo
føddur og deyður í Sumba
|
|
Omma mín Sigrid Nielsen
fødd og deyð í Havn
|
|
Omma mín Jóhanna Sofía
Kjærbo
fødd í Sumba, deyð á Tvøroyri
|
|
Pápi mín Svend Sekjær
Nielsen,
føddur og deyður í Havn
|
|
Mamma mín Marjun Nielsen
fødd í Sumba, búsitandi í Havn
|
Skúlagongdin hjá mær er ikki lokin enn. Fyrstu sjey árini lærdi eg úti á Landavegsleiðini. Næstu sjey árini í stóran mun við Sankta Frants Skúla í Havn. Síðani sjómaður og arbeiðsmaður. Studeraði við høvini í Grønlandi og New Foundlandi. Kenni eitt sindur til blandimaskinur og gummigeitir, og havi tev fyri gulli, lorti og sólarmyrkingum. Havi eisini livað meg inn og út úr rúsum. Somuleiðis havi eg lisið bøkur, og seinnu árini útgivið bøkur:
Trettandi mánaðin, yrkingar 1978.
Pinnabrenni til sosialismuna, yrkingar 1984.
Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin, yrkingar 1985.
Á landamørkum vaksa blomstur, søgur 1986.
Naglar í jarðarinnar hús, yrkingar 1987.
Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum, skaldsøga 1991.
Kirkjurnar á havsins botni, yrkingar 1993.
Undergroundting, greinar 1994.
Búð meginpartin av lívinum í Havn. Eitt sindur í Danmark, Svøríki og eitt lítið ár á Patreksfirði í Íslandi. Búð sjey ár á Tvøroyri. Eigi tvær døtur, Beintu Jóanesardóttir Petersen og Katrin Viktoria Sekjær Mortensen. Kona mín er Rannvá Mortensen. Hondskrivi alt við mínum góða Mont Blanc fyllipenni, reinskrivi við eini Olympia skrivimaskinu, sum eg arvaði frá Árna Dahl. Brúki lesibrillur, nr. 46 í skóm, eri kommunistur og forelskaður í Føroyum.
Tilskrift: yviri við Strond 29. Tlf. 16322.
|