|
Axel Wenningsted Tórgarð føddur
31/3 1923 í Tórshavn. Foreldur: H. C. W. Tórgarð, arkitektur í Tórshavn,
og Valborg f. Eide úr Nólsoy. Giftur 26/5 1958 við Margretu
Danielsen, dóttir ognarmann Søren Danielsen og konu Dagmar f. Joensen,
úr Miðvági. Børn: Súsanna Dagmar, Jóhanna Maria og Hans
Christoffur.
Útbúgving: Studentur 1941 á Studenta - og preliminerskeiði Føroya Løgtings
(tann fyrsti, sum tók bæði preliminerprógv og studentsprógv á
hesum skeiði). Undir krígnum slapst ikki til víðari útbúgving; tókst
tí við ymiskt: læraravikarur í Gøtu, Funningi og Tórshavn, hjálparmaður
hjá Dánjal Bærentsen, sum ferðaðist Føroyar runt við gassmaskum,
men ta mestu tíðina arbeitt sum assistant contractor og military
interpreter hjá bretska hervaldinum.
Fór eftir kríggið at lesa guðfrøði og tók embætisprógv í guðfrøði
við Keypmannahavnar Universitet í 1954.
Størv:
Prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi 1954 - 1957. Leiðari á tí nýstovnaða
Útvarp Føroya 1957 - 1960. Sóknarprestur í Norðurstreymoyar
prestagjaldi 1960 - 1979. Prestur í Suðurstreymoyar eystara
prestagjaldi 1979 - 1989. Farin frá fyri heilsubrek.
Skrivað:
Morgunlestrar, egið forlag 1987; Orðið er tær nær, Bókadeild
KFUM's 1992; Ein halgisøga, ein jólavísa og eitt ævintýr, Bókadeild
KFUM's 1993; Dagar og nøvn í álmanakkanum, Stiðin 1994.
Týtt:
Lewis Caroll: Lisa í Leikalandi, Estra 1988; Lewis Caroll: Eftir
Snarki, Sprotin 1994; Sofokles: Antigone, Futura 1988; Euripides:
Medeia, Stiðin 1989; Aiskýlos: Agamemnon, Stiðin 1992; Apokrýfisku bøkunar,
Stiðin 1990; J. R. R. Tolkien: Hobbin, Stiðin 1990; J. R. R. Tolkien:
Klávus bóndi á Bóli, Stiðin 1993; J. H. Wessel: Kerligheit men
ongar hosur, Stiðin 1991.
Lagt til rættis:
Ljósið rann av kærleiks runni, lestrar eftir Gudmund Bruun, H. N.
Jacobsens Bókahandil 1968; Lívið spratt av kærleiks rót, lestrar
eftir fyrrverandi og núverandi prestar í Norðurstreymoy, Stiðin
1995.
Hevur harumframt havt nógvar týðingar í útvarpinum, m. a. í 1964
Julius Cæsar hjá William Shakespeare; Stefan Zweig: Talvsøga; Eric
Linklater: Summardimmið og Sjórænararnir á havsins dýpi bláa
(hesar báðar seinnu undir skaldnavninum Jökil Búason)
M. A. Jacobsens heiðursløn í 1990; heiðursgávu frá grunni
Christians á Brekkumørk 1994.
Tilskrift: 340 Kvívík. Tlf. 21258.
|