Astri Luihn

Úr Rithøvundabókini

Fødd 30. mars 1949 í Oslo. Foreldur: Hans J. Luihn, cand. oecon., rithøvundur, og Rigmor f. Lütcherath, sosialráðgevari. Gift Eyðun Andreassen. Dóttir: Maria f. 20.10.1984. 
  
Útbúgving 
Nýmálsligt studentsprógv. Cand. mag. í tónleiki, fólkaminnisfrøði og etnologi 1974. Cand. philol. 1979 í tónleiki við universitetið í Oslo. 
  
Arbeiði 
Undirvíst í nógv ár í studentaskúla, spesialskúla og kvøldskúla í Oslo. Lærari í Hoydølum 1980 - 1982. Lærari í musikkvísindum á Universitetinum í Trondheimi 1982 - 1986. Granskingarstyrk frá Fróðskaparsetrinum 1986 - 87. 
  
Grafikari og arbeiðir m.a. í Tórshavnar grafiska verkstað síðan 1989. Limur í Myndlistafelag Føroya. Hevur m.a. sýnt fram á Várframsýningini og saman við øðrum verið á listaframsýningum í Havn, Klaksvík og í øllum Norðurlondum. 
  
Bøkur 
Føroyskur dansur: Studier i sangdansetraditionen på Færøyene. RFF, Trondheim 1980. Mín fyrsta nótalæra, Føroya Skúlabókagrunnur 1990. Ymsar greinir. 
Í blaðstjórnini á Brá. 
  
Tilskrift: Jákup Nolsøes gøtu 9, 100 Tórshavn. Tlf. 16528 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar