|
Hanus við Høgadalsá er føddur 8. mars 1913. Foreldrini hjá
Hanusi vóru bóndahjúnini frammi í Stovu við Á í Kaldbak. Pápi
Hanusar var Jákup Andreas Vang, sonur Magnus og Mariu Jacobsen,
Kaldbak, sum seinni bleiv uppsitari í Hoyvík. Jákup Andrias vaks upp
hjá Andriasi og Suffíu Vang í Kaldbak og varð ættleiddur av teimum.
Móðir Hanusar Sigga Susanne Marie Elisabeth Frederikke, vanliga rópt
Maria, var dóttir bóndahjúnini á Sundi, Hans Vang Bærentsen og
Benedikte Bærentsen, fødd Jacobsen. Hon doyði, tá hann var 5 ára
gamal.
Hanus er næstyngstur av fimm systkjum. Hini eru: Turid, Andrias,
vanliga róptur Diss, Borghild og Magnus.
Kona Hanusar er Maja Johanna Sofía, vanliga rópt Hanna, fødd Poulsen,
á Kirkju í Fugloy tann 10. jan. 1917. Foreldrini hjá Honnu vóru
Petur Pauli Poulsen og Sunneva Elisabeth, fødd Zachariassen. Hanna vaks
upp hjá Jógvan Zachariassen, lækna og Gudrun Zachariassen, fødd
Thorup.
Børn Hanusar og Honnu eru: Hervør, Gestur, Guðrun og Úlvur.
Hanus vaks upp á Sundi, haðani hann fór fyrst í tjúgunum, tá hann
skuldi í barnaskúla í Kaldbak.
Umframt at fáast við tað, sum er at taka hond í í eini bóndabygd,
hevði Hanus hug til bókina og at nema sær annan lærdóm.
Eftir loknan realskúla fór hann fyrst í tríatiárunum í postlæru
í Køge á Sælandi. Er á Posthúsinum í Tórshavn í 1934. Flutti so
aftur til Keypmannahavnar í 1936 til víðari útbúgving, har hann
seinni varð postassistentur. Hanus verður sostatt búsitandi í
Danmark undir krígnum, har hann verður tætt knýttur at øðrum útisetum.
Hanus og Hanna saman við børnunum, Hervør, Gesti og Guðruni, komu
aftur til Føroya við útisetaskipinum, „Aarhus", 4. august í
1945.
Hanus ynskti at fáa sær ættarnavnið við Á, men læt hetta seg ikki
gera. Í 1945 fekk hann sær tí sernavnið á ánni, við Høgadalsá.
Í stríðsárunum setti hann sær fyri at savna og geva út bóklingin
Føroysk postorð við donskum og fronskum orðalista, sum Bókadeild Føroyingafelags
í Keypmannahavn gav út í 1944.
Hanus hevur umsett og rættlisið bøkur til prentingar, og kunnu
nevnast Barabbas, sum hann umsetti, og Alisfrøði hjá Hanus Debes
Joensen, landslækna, sum hann rættlas.
Heimafturkomin til Føroya fór hann aftur í starv á posthúsinum.
Seinni fór hann í vinnu hjá Petur Michelsen arbeiðstakara.
Eitt tíðarskeið var hann í Samvinnufelagnum. Eisini var hann við í
Føroya Útflutningssamtøku. Hanus hevði lítla skrivstovu uppi undir
væðingini í Føroya Banka, har hann eisini hevði reiðaravirksemi.
Hann varð valdur inn á ting fyri Tjóðveldisflokkin, og sat á tingi
frá 1950 til 1974. Eisini varð hann valdur í Tórshavnar Býráð í
tíðarskeiðinum 1949-1960 og 1969-1972, var býráðsformaður í 1970
og næstformaður í 1960 og 1972.
Hann fekk litið upp í hendi ymisk álitis- og nevndarstørv. Var t.d.
nevndarlimur í Føroya Banka.
Hanus var frammarlaga í byggingini av Tórshavnar Kommunuskúla og tók
stig til og skipaði fyri at byggja Listaskálan í Gundadali.
Tá ið Húsalánsgrunnurin var stovnaður í 1964, var Hanus biðin um
at taka sær av honum og skipa fyri. Hann starvaðist í Húsalánsgrunninum,
til hann legði alt vinnuligt starv frá sær, stívliga sjeyti ára
gamal.
Tilskrift: Við Sundsvegin, 100 Tórshavn. Tlf. 11553.
|