Niels Uni Dam

Úr Rithøvundabókini

Sívar á Seiðabergi er dulnevni fyri Niels Una Dam. Eg eri føddur 01.03.1973 í Tórshavn, har eg búði tey fyrstu 20 árini. Foreldur míni eru Árni og Marianna Dam, og havi eg tvey eldri systkin. 
  
Tíðliga í barnaárunum byrjaði eg at skriva søgur og umseta danskar barnabøkur. Mín fyrsta yrking kom tó ikki fyrr enn 19.11.1990. Eg var tá 17 ára gamal, og kallaðist hon Kolandi ódn. 
  
Eg gekk tá á Handilsskúlanum, har eg eisini skrivaði í skúlablaðnum, fyrst undir egnum navni, men tá stuttsøgan Bygdamaður á ferð skuldi á prent, brúkti eg dulnevnið Sívar á Seiðabergi. Søgan, sum upprunaliga var ein stílur úr 10. flokki, bleiv væl umtókt og gjørdist tí ein framhaldssøga. 
  
Stutt eftir kom fyrsta yrkingin í Dimmalætting, hon æt Endurtøka Dáranna og viðgjørdi ES spurningin. Hetta var tann fyrsta av mongum í Dimmu. 
  
Orsøkin, at eg velji Dimmu fram um hitt stóra blaðið Sosialin, er at eg eina ferð skrivaði til Sosialin, men teir vóru so frekir at umyrkja ein stóran part av yrkingini, m.a. heitið. 
  
Eg havi eisini eina ferð skrivað í Oyggjatíðindi, hetta tí at Dimmlætting ikki vildi prenta yrkingina Avgjaldssamlegan. 
  
Eg var eisini eitt mundið sangari og tekstyrkjari í tungmálmsrappbólkinum MC - Hár, og kom í hesum sambandinum upp í nevndina í Føroya Undirhaldstónleikarafelag. 
  
Í 1993 varð eg liðugur við hægri handilsskúla og flutti síðan niður. Har fór eg at skriva í Oyggjaskeggja, har skrivaði eg greinir, yrkingar og onkra stuttsøgu.. 
  
Várið 1994 skrivaði eg orðini til operuna Syndarin, sum Tróndur Bogason Hansen hevur gjørt lagið til. Um heystið kom yrkingasavnið Nudlar út, og um veturin komu ritgerðin Hanus, ein rødd úr grøvini og yrkinging Hvussu kann mentan tá mennast í Varðan. 
  
Men tað var ikki bert á tí skaldsliga økinum, at eg var produktivur í 1994. Í oktober fingu Rannvá Vang Patursson og eg ein son, ið vit doyptu Magnus Dam Patursson. 
  
Eg havi síðan várið 1994 starvast sum krambakallur í Keypmannahavn og lesi nú Humanistisk Basisuddannelse á Roskilde Universitetscenter. 
  
Eg skrivi enn yrkingar og stuttsøgur, og havi eg ætlanir um eitt nýtt savn, men nær og hvar er ikki avgjørt enn. 
  
Bústaður:Dalslandsgade 8, H-206, DK-2300 Kbh. S. Tlf. 32886718 

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar