|
Guðrið Helmsdal nevni eg meg í skaldahøpi. Eftirnavn Nielsen, f. Poulsen. Eg eri borin í heim 28. februar 1941 í Tórshavn. Mamma mín, Annie Helmsdal, er ættað úr Leynum og Íslandi, men uppvaksin í Havn, og pápi mín, Hans Poulsen, er ættaður úr Havn og Mikladali og uppvaksin í Havn. Sjálv búði eg burturav í Havn, uppi á Varða, míni fyrstu 12 ár.
Eg gekk í Skt. Frans skúla og byrjaði 11 ára gomul, í 1952, í Tórshavnar Realskúla, sum eg fegnaðist um at ganga í. Árið eftir flutti eg við foreldrunum til Danmarkar, har pápi mín sigldi sum stýrimaður og skipari í uttanlandssigling. Har vóru vit búgvandi, og eg helt fram við skúlagongd í Tårnby á Amager og seinri í Keypmannahavn.
Frá eg var umleið 13 ára gomul, havi eg skrivað yrkingar bæði á føroyskum og donskum. Ein yrking var fyrstu ferð prentað í 1958 í Oyggjaskeggja. Fylgjandi árini hevði eg javnan yrkingar í hesum blað. Seinri, fyrstu ferð í 1961, yrkingar í Varðanum, síðani av og á í Følv, Fjølni, og í Brá. Í Varðanum og øðrum ritum og tíðindabløðum eru eisini at finna ummæli, ritroyndir og greinir.
Aftaná góð ár í real - og studentaskúla, har mín áhugi fyri poesi altíð lá frammarlaga, ferðaðist eg í uml. eitt ár í Onglandi, mest í London, og í Reykjavík á Íslandi. Eftir hetta fór eg aftur til Keypmannahavnar, har eg byrjaði eina sjúkrasystraútbúgving í mars 1961. Frá uml. august 1961 og árið út dvøldi eg í Havn, har eg skrivaði fitt av yrkingum. Í juni 1965 endaði eg mína útbúgving innan sjúkrahúsverkið, alt í Keypmannahavn, við prógvi sum læknaskrivari.
Paralelt við hesa útbúgving og víðari starvan havi eg so fingist við bókmentir og skrivað poesi. Nokk so miðvíst havi eg arbeitt við føroyska málinum, ið sum vera man, í útlegd í uppvøkstri, hevði lyndi til at fána. Eg las eitt tíðarskeið føroyskt og norðurlendskt mál og bókmentir á Fróðskaparsetrinum í Havn. Hjágreinaprógv í hesum lestri.
13. oktober 1965 giftist eg Ole Jakob Nielsen, ið er dani, lærari og trælistamaður. Vit eiga børnini Rakel Helmsdal Nielsen, f. 25. september 1966 og Gudmund Helmsdal Nielsen, f. 20. juli 1972.
Síðani heystið 1967 hava vit búð í Føroyum.
Viðmerkjast kann, at tá fyrsta yrkingasavn mítt Lýtt lot kom út í 1963, var hetta hitt fyrsta rættiliga savnið av modernaðum skaldskapi á føroyskum skrivað av einari kvinnu. Tá eg í 1974 fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, var grundgevingin: eigur at fáa virðislønina, tí at hon við yrkingasøvnunum Lýtt lot og Morgun í mars hevur reiðiliga brotið slóð fyri kvinnuligum skaldskapi, og at hon hevur ført okkum ein nýggjan strong inn í føroyskan skaldskap.
Útgávur:
Lýtt lot - yrkingar, útg. oktober 1963. Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn.
Morgun í mars - yrkingar, útg. oktober 1971. Estra prentaði.
Føroyskur dansur og vertskapur í Leynum. Ritgerð 1979, ið viðger støðuna hjá føroyskum dansi í Norðurstreymoy frá fyrst í 20. øld, til Norðurstreymoyar dansifelag verður stovnað í 1972, og nøkur ár fram.
Umboðan í úrvalsritum á øðrum málum:
Færøske digte 1900 - 1971. Umsett til danskt av Poul P. M. Pedersen, útg. 1971.
Færøysk lyrikk. Umsett til nýnorskt av Knut Ødegaard, útg. 1974.
Bränning och bleke. Umsett til svenskt av Inge Knutsson, útg. 1976.
Regnbogastígur. Umsett til íslendskt av Jón úr Vör, útg. 1981.
Rocky Shores. Umsett til enskt av George Johnston, útg. 1981.
Modern Scandinavian Poetry - The Panorama of Poetry 1900 - 1975 in Eight Northern Countries. 1982.
Tilskrift: 335 Leynum. Tlf. 21077
|