Eyðun Andreassen Eyðun Andreasen
Eyðun Andreasen er føddur 27-2-1945.
1987: M.A. Jacobsens heiðursløn fyri "Úr søgn og søgu".
Umframt útgávurnar, sum nevndar eru í Rithøvundabókini eru hesar: Føroyskur dansur - ein stutt lýsing og Traðarbókin.

Búsitandi í Havn: Jákup Nolsøes gøta 9, 100 Tórshavn. Tlf. 16528.

Úr Rithøvundabókini


Føddur 27. februar 1945 í Skúvoy. Foreldur: Petur Andreassen av Velbastað, lærari og rithøvundur (1906 - 87) og Elisabeth f. Kamban úr Havn, lærari (1908 - 1985). Giftur við Astri Luihn f. 30.3.49 úr Oslo. Dóttir: Maria f. 20.10.1984. 
  
Útbúgving og skúlagongd 
Nýmálsligt studentsprógv úr Hoydølum 1964. Hægri Handilsskúlaprógv (HH) 1966. Cand. mag. í fólkaminnisfrøði, etnologi og søgu 1974. Mag. art. í fólkaminnisfrøði 1976 á universitetinum í Oslo. Dr. phil. 1992 við universitetið í Keypmannahavn. 
  
Arbeiði 
Lærari í fólkaskúlanum, arbeiddi á handilsvirki í Havn, koyrdi taxabil o.a.m. Í Útvarpi Føroya (tveir til tríggjar mánaðir um árið 1969 - 1976) og á myndablaðnum Magn (1978 - 79). 1977 - 78 adjunktur við universitetið í Keypmannahavn. 1979 - 81 stipendiatur hjá Statens Samfundsvidenskabelige Forskningsråd í Keypmannahavn, skjalavørður á Landsskjalasvninum til 1988 og lektari á Fróðskaparsetri Føroya síðani tá. 
  
Nevndir 
Næstformaður í Fróðskaparfelag Føroya. Nevndarlimur í Dansk - Færøsk Kulturfond. Nevndarlimur í Rithøvundafelag Føroya í eitt ár. 
  
Bøkur 
Úr søgn og søgu, Føroya Skúlabókagrunnur 1986; Fjernsyn på Færøerne, Tórshavn 1981; Folkelig offentlighed. En undersøgelse af kulturelle former på Færøerne i 100 år. Doktararitgerð. Museum Tusculanums forlag, København 1992. 
  
Greinir og partar uppi í bókum 
Havi skrivað eina nøgd av greinum um mentanarlig evni. M. a. í tíðarritum sum: Tradisjon (Oslo), Sumlen (Stockholm), Arv (Stockholm), Politica (Århus), Nord Nytt (København), Skúlablaðnum (Tórshavn), Brá (Tórshavn), Norðurlandahúsið í Føroyum (Tórshavn), Kulturkontakt (Alta) og í ymsum bókum, t.d. Folklore och nationsbyggande i Norden (Åbo 1979), Rekkedanse - Linjedanser (Stockholm 1979), Nordatlantiske foredrag (Tórshavn 1991), Gammaldans i Norden (Stockholm), Frændafundur (Reykjavík 1993), Encyclopädie des Märschens (Freiburg). 
  
Ritsstjórnarvirki 
Í blaðstjórnini á BRÁ (1981 - 1992); Petur Andreassen: Skúvoyar søga I - II (ritstjórnað og givið út saman við Hanusi Andreassen og Ólavi Clementsen); Mortan Nolsøe: Kvæðagreinir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya, Tórshavn 1988; Fróðskaparrit nr. 42, 1994, fyrilestrar av kvæðaráðstevnuni heima á Sandi. Ritstjórnað saman við Rannveig Winther. 
  
Týðingar 
Einar 15 - 20 útvarpsleikir, sum hava verið sendir í Útvarpi Føroya. Sjónleikurin Mítt vár í Heyst eftir Odd Selmer. Framførdur á Strondum og á Tvøroyri. Danny á fuglaveiði eftir Roald Dahl. Havi lisið hana í Útvarpinum 1993 - 94. Heksirnar eftir Roald Dahl. Havi lisið hana í Útvarpinum 1994 - 95. Einstakar stuttsøgur. 
  
Tilskrift: Jákup Nolsøes gøtu 9, 100 Tórshavn. Tlf. 16528.

Aftur

ritstjórnað: 13-05-2004

Upp

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar