|
Eg eri føddur 7.2.1943 í Klaksvík. Foreldrini eru Anna K., f. Wolles 1.7.1900 í Uppistovu á Trøllanesi, og Jógvan Isaksen, f. 22.1.1897 í Beiti í Lorvík.
Eg eigi synirnar Jón, f. 24. 9. 1964, og Høgna, f. 25.10.1968.
Kona mín eitur Ása M. Justinussen úr Tórshavn. Vit giftust 1.12.1983.
Í 1963 tók eg málsligt studentsprógv úr Hoydølum, og í 1964 - 65 fekk eg útbúgving á Danmarks Journalisthøjskole, Århus.
Eg var útvarpsmaður 1963 - 74 og sjónvarpsmaður 1984 - 88. Blaðstjóri á Tíðindablaðnum 1974. Blaðstjóri á 14. September 1991 - 93. Løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Norðuroyggjum 1966 - 84. Varamaður á tingi fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy 1989 - 90, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy 1990 - . Landsstýrismaður 1975 - 79, jan - jun 1989 og 1993 - 94. Limur í Skúlastjórnini 1971 - 75, í nevndini fyri Brunatryggingina 1971 - 75 og í samferðsluráðnum 1971 - 75.
Eg havi givið hesar bøkur út á forlagnum FRØI, sum er mítt egna forlag:
Rím og reyp (við aktuellum skemtitættum) 1972.
Tilburðir í okkara øld 1 í 1983.
Tilburðir í okkara øld 2 í 1987.
Tilburðir í okkara øld 3 í 1995.
Aftur og fram í 1988, 1989, 1990 og 1991.
Harumframt havi eg umsett nakrar skaldsøgur og nógvar stuttsøgur, sum ikki eru komnar út á prenti.
Tilskrift: Villingadalsvegi 6, 100 Tórshavn. Tlf. 10880.
|