|
Bjørgfinnur Nielsen føddur 26. 01. 1951 í Tórshavn. Foreldur: Johanna Dorthea, f. Lydersen úr Klaksvík, K. N. P. Berg úr Skopun. Børn: Fríði B. Nielsen, Røskva Bjørgfinsdóttir og Baldur Bjørgfinsson.
Útbúgving
Málsligur studentur, lærari, exam. art. - prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum.
Nevndarstørv
Í stjórn Føroya Fólkaháskúla 1984 - 87, Havnar Sjónleikarfelag 1987 - 93, Føroya Fólkaháskúlafelag 1987-.
Útgávur
Dreymabiðilin, yrkingar 1983; Løta á leiðini, yrkingar 1987. Annað: Stakyrkingar í Varðanum og Brá; greinarøð um Høv í Føroyum í Mondli. Týðingar: Dreygatónar eftir Odd Hølaas í Varðanum; Her búgva vit saman við øðrum týðarum; 90 ára minningarrit Háskúlans, medritstjóri.
Arbeiði
sum háskúlalærari síðani 1982 og sum frílansi í útvarpinum.
Motto
- ger tað heldur í dag enn í morgin.
Tilskrift: Símunargøtu 8, 100 Tórshavn. Tlf. 13148
|