|
Louis Zachariasen føddur 21. januar 1890
á Kirkju, sonur Simon M. Zachariasen av Kirkju og Malenu Frederiku f.
Simonsen úr Hattarvík.
Giftur Kristinu Frederikku f. Hentze av Sandi.
Læraraprógv Føroya Læraraskúli 1911, lærari í Kirkjubøar sókn
1913-15.
Av tjóðskaparligum, politiskum umstøðum og støðuni hjá
móðurmálinum í skúlanum helt hann seg ikki kunna virka sum
lærari í føroyska fólkaskúlanum.
Flutti til Danmarkar, tók studentsprógv og verkfrøðingsprógv í
Danmark í 1923.
Arbeiddi hjá Telefonverkinum, har hann var stjóri 1936-52.
Yvirlit:
1949: Riddari av Dannebrog
1951: Á leiðini (yrkingasavn)
1952: Úr Føroya søgu um ár 1700
1961: Føroyar sum rættarsamfelag 1535-1655
1926: Páll Fangi
1978: Sóttin svarta
1978: Abbastova (skaldsøga)
Louis Zachariasen andaðist 30. august 1960.
|