Høgni av Heiði

Úr Rithøvundabókini

Eg eri føddur í Keypmannahavn 2. januar 1962. Foreldrini eru havnarmaðurin Ebbe Mortensen - hann doyði í 1980 - og Rigmor Margreta Mortensen, fødd Poulsen, ættað úr Miðvági. Ógvuliga fitt fólk bæði. Eg vaks upp í Dalagøtu í Havn, gekk í Kommunuskúlan, og fekk prestsins hond á høvdið á mínum trettanda ári. Tók samfelagmálsligt studentsprógv í Hoydølum 1981, prógv í russiskum á Pusjkin-skúlanum í Moskva 1983 og prógv á Føroya Læraraskúla í Havn 1986 - við denti á føroyskt, eingilskt og lívfrøði. 
Frá heilt ungum árum havi eg arbeitt hvørt summar sum arbeiðsmaður, fyrst á vørugoymslu, síðani í vegagerð. Byrjaði eisini tíðliga at skriva greinir í bløð og tíðarrit. Mítt hjarta bankaði longu tá fyri frísinni, upplýsing, gudloysi, sjálvstýri, sosialismu og demokrati. Eitt skifti var eg í kommunistaflokkinum. 
Flutti í 1986 til Keypmannahavnar at búgva saman við vietnamesisku konu míni Tran Nhu. Vit eiga ein son og eina dóttur. Í Danmark havi eg havt ymisk arbeiði: læraravikarur, á røktarheimi, urtagarðsmaður, sjaførur, spesialarbeiðari o. a. Í frítíðum og arbeiðsloysistíðum havi eg studerað dúgliga fyri meg sjálvan - gudfrøði, sálarfrøði, heimspeki, bókmentir - og havi higartil latið hesar bøkur og bóklingar úr hondum: 
  
Kristiligur ágangur. Greinin, sum tey føroysku bløðini sensureraðu, mótmælisrit 1985. 
Tað heita summarið, skaldsøga 1987. 
Við bivandi hjarta, skaldsøga 1994. 
Prestar og profetar, 18 greinir um átrúna og lívsáskoðan (1986 - 1991), 1994. 
Vatnið millum fjalla, yrkingar 1995. 
  
Hóast langt av landi skotin, leitar hugur mín altíð aftur til Føroyar, eg fari altíð at skriva á føroyskum og fyri føroyingar. 
Tilskrift: Saxogade 62, II tv., DK-1662 Kbh. K. 

Aftur

Upp 

Bókhandilin - ið heldur seg til bøkurnar