|
| TOP 10 - FØROYSKAR
|
|
vika 48. Frá 23. til 28.novembur
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| TOP 10 BARNABØKUR
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| Top 10 - 2008
|
|
Samlaða sølan av føroyskum bókum í 2008
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| Krimi listin
|
|
Velur tú DANSKAR BØKUR á bláa bjálkanum ovast, fært tú meira at vita um bøkurnar, og har kanst tú eisini bíleggja tær.
|
1) Liza Marklund: En plads i solen
2) Jens Lapidus: Cash
3) Jo Nesbø: Headhunterne
4) John le Carré: Marionetten
5) Camilla Läckberg: Mord og mandelduft
6) Arnaldur Indridason : Manden i Søen
7) Henning Mankell: Kineseren
8) Lene Kaaberbøl: drengen i kufferten
9) Ian Rankin: Exit Music
10) Mari Jungstedt: Den Inderste kreds
|
|
| Books about the Faroes
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
|
|
Ali babba
Høgni Mohr
|
|
| Forlag: |
Egið Forlag |
| Evni: |
Ritsøvn, tíðarrit & handbøkur |
| Mál: |
Føroyskt |
| Miðil: |
Bók, innbundin
|
| Útgávuár: |
2006
|
| Prísur: |
350 Kr.
|
| Síðutal: |
298 |
| ISBN: |
9789991880501 |
|
Ali babba og 49 aðrar blaðgreinir
Greinasavnið hjá viðurkenda tekstsmiðinum Høgna Mohr er á tremur við ærligum menniskjum. Har eru 65 kend fólk, sum øll í samrøðu við Høgna Mohr hava nektað seg, so onnur kanska kunnu læra. Opinskáraðu tekstirnir á teimum mongu myndprýddu síðunum spenna heilt frá greinini um forfylgda formannin í búskaparráðnum til raskar vinnulívsrisar og síðan yvir til veingjaðu hetjuna, sum summi í einskæraðari øvundsjúku kallaðu Kamikaze-Hans. Og ímillum hetta eru mangar aðrar spennandi lagnur og lívssøgur.
Bókin er av sonnum eitt skreytverk. Pappírið er av besta og mest lesivinaliga slagi, og perman er klædd við fínasta fílahúðarlíki og haldgóðum leðri. Hetta er eitt bókarverk, ið hækkar í virði, sum frálíður.
|
|
Ummæli: Ali babba
Skrivað ummælið hevur:
Uni Arge
|
Ein málkunstnari sýnir fram síni bestu verk (Útvarpsummæli 9. desembur 2006 av bókini ”Ali Babba og 49 aðrar blaðgreinir” eftir Høgna Mohr)
Bókin “Ali Babba og 49 aðrar blaðgreinir” er fyrsta bókin, sum tann 38 ára gamli vágbingurin, Høgni Mohr, gevur út. Bókin er, sum heitið sigur, eitt savn av blaðgreinum, sum Høgni hevur skrivað seinastu tvey árini í Dimmalætting og Vinnuvitan. Í bókini eru greinirnar býttar upp í tríggjar partar. Fyrsti partur er greinir um makarnar hjá nøkrum kendum fólkum í Føroyum. Í øðrum parti eru portrett av vinnulívsfólkum, og í triðja parti eru portrett av fólkum, ið kunnu sigast at arbeiða á markinum millum lív og deyð.
Livandi skriviháttur Høgni Mohr er HF-ari og útbúgvin maskinsmiður. Sambært umrøðuni av høvundanum á baksíðuni hevur hann ongantíð verið á journalistskúla, og tað kann væl vera, at júst hetta er orsøkin til, at hann skrivar so frítt og livandi, sum hann ger. Journalistiskur skriviháttur er mangan merktur av, at tekstirnir skulu setast inn í ein fastan form. Í hesum forminum, serliga tá talan er um tíðindi, ið jú skulu vera stutt og greið, verða tekstirnir ofta knappir og orðafátækir. Teir liva ikki serliga nógv. Tekstirnir hjá Høgna Mohr eru alt annað enn knappir og orðafátækir. Teir eru litríkir, inniligir og ofta sera undirhaldandi sum hjá einum rithøvundi. Sum lesari merkir tú, at Høgni hugnar sær, meðan hann skrivar, og tú sært hann næstan fyri tær, tá hann nøgdur rakar seymin á høvdið við sínum øðrvísi orðingum. Har er til dømis ljósmóðirin, sum sigur, at føðingin er krúnan á verkjunum. Har er linjumaðurin hjá SEV, sum sigur, at viðhvørt er spenningurin øgiligur. Har er kolanámsarbeiðarin, sum ætlar sær at halda fram til tann bitra enda. Heitið á bókini, Ali Babba, sipar til greinina um tryggingarstjóran, Ali Celebi, sum eisini er nógv upptikin sum pápi. Hvussu skal hetta lýsast í fáum orðum, hevur Høgni hugsað. Hann kom til ta niðurstøðu at geva ævintýraranum Ali Baba eitt b aftrat – Ali Babba!
Føroyskt í javnvág Soleiðis hugsar humoristurin. Hann leitar eftir tí óvæntaða, sum skal gera fólk forvitin. Hann koppar vanligum vendingum á og letur tær frá sær aftur í nýggjum týdningum ella fyndugum tvítýdningum. Tú skalt minst vera hálvur yrkjari, skalt tú koma væl frá at gera hetta, og tað er Høgni. Hann er málkunstnari, sum treyðugt letur nakað úr hondum, ið hann heldur vera ófullfíggjað. Hetta sæst væl í bókini. Hon er sera væl frágingin málsliga, og tú skalt leita væl og leingi, um tú ætlar tær at finna villur í henni. Stundum hoyrast fólk siga, at tað er so trupult at skriva føroyskt, tí skriftmálið er stirvið og liggur so langt frá talumálinum. Eg vil siga, at tað veldst um, hvør gremur seg. Høgni Mohr gremur seg ikki. Hann prógvar ruddiliga við hesi bókini, at føroyskt á skrift kann vera livandi, ramligt, lætt, stuttligt og álvarsligt alt í senn. Her sameinast skriftmál og talumál í bestu javnvág. Men henda javnvág er ikki íkomin av ongum. Hon er sprottin úr einum brennandi áhuga fyri at skriva, stórum nærlagni og ikki minst sjálvkritikki. Tá blaðmenn skriva sum Høgni Mohr, kann ein vandi vera, at teir fara ov langt við sínum orðaspølum og verða ov stuttligir. Konstruktiónirnar kunnu gerast troyttandi og yvirspældar, og týdningurin av tí, teir vilja siga, kámast burtur, tí formurin køvir innihaldið. Høgni hevur mestsum altíð eina hóskandi javnvág millum form og innihald. Tá hann sigur um fótbóltsdómaran, at hann floytar á, hvat fólk halda, og at vinnan hjá bjargamanninum hongur í einum klønum tráð, so er tað nærum ov upplagt at siga. Tað er lagi at siga so í hesum førunum, tí Høgni heldur seg akkurát innan fyri markið, har upplagda orðaspælið kann fara at virka fjákut. Eg nevni hetta fyri at vísa á, at markið finst og er hárfínt. Høgni yrkir ikki bara óvæntaðar og stuttligar setningar. Hann er sanniliga eisini førur fyri at siga tað, ið sigast skal, við knívskørpum journalistiskum beinrakni. Tá tann útlagna føroyska sendistovukvinnan sigur, at hon fær ikki sovið fyri Al-Qaeida-rakettum, nýtist okkum ikki fleiri upplýsingar fyri at skilja, hvørjum vanda hon er í. Tá sjúkrasystirin sigur, at fyrsta sárið uddi í maðki, er alt uttanumtos skorið burtur. Tað situr.
Fordómsfríur spyrjari Høgni Mohr hevur, tá hann skrivaði hesar greinirnar, sett eini 70 fólkum stevnu og spurt tey sera persónligar spurningar. Øll tey, sum verða umrødd í bókini, hava valt at svara, og tað sigur nógv um evnini hjá Høgna at spyrja. Tá tú vilt hava fólk at tosa um forelskilsi, um iva, um barnsliga gleði, um øði og persónligar sorgir, so mást tú vera álitisvekjandi og hava menniskjaligt innlit. Tað má Høgni Mohr hava, tá hann møtir upp hjá fólki við penni og blokki. Tey svara trúliga upp á alt, hann spyr um. Høgni vísir eisini eitt annað við sínum fjølbroyttu og neyvu fólkalívslýsingum. Hann er fordómsfríur. Tað ger ikki mun, um hann lýsir løgmanshjúnini, tann útskeldaða blaðstjóran ella tann bannandi kolanámsarbeiðaran. Her er ongin betri enn annar. Hvør hevur sína søgu at siga, og søgurnar eru skrivaðar við størstu virðing fyri øllum teimum, sum greiða frá. So kann lesarin sjálvur hava fordómar, um hann hevur hug. Í øllum tí dagliga meldrinum av problematiseringum og politiskari uppøsing hevur Høgni Mohr tíbetur givið okkum hesar fólkalívslýsingarnar og mint okkum á, at tað mest áhugaverda at lesa um sum oftast er fólk og teirra tankar. Í øðrum fólkum spegla vit okkum. Inn til onnur fólk lúra vit, tá vit skulu læra okkum sjálv at kenna. Hesar greinirnar dokumentera væl nakrar tilverur í okkara tíð, og tí haldi eg, at bókin væl kundi itið "Ali Babba og 49 aðrar tilverur í Føroyum" í staðin fyri "Ali Babba og 49 aðrar blaðgreinir." Tað hevði sagt meira um innihaldið. Ov lítlar myndir Tvey lítil hjartasuff havi eg aftrat at enda. Tá bókin nú snýr seg um so mong spennandi fólk, so er tað spell, at myndirnar av fólkunum eru so smáar. Eg haldi, at ein heil síða skuldi verið brúkt til hvørja mynd, so persónarnir vórðu sjónligari. Tað er næstan altíð ein ósikkur at minka myndir burtur í nærum onki. Bókin sum prentlistarligt verk er sera vøkur, og góðskan er av besta slag. Men perman fær meg at hugsa um eina bók frá sjeytiárunum, og tað er eisini spell. Perman er tað fyrsta, sum fólk síggja, og tí skal hon helst vera lokkandi. Men lat tað fara. Tað er sjálvt innihaldið í eini bók, sum er avgerandi, og av innihaldinum kann Høgni Mohr vera errin. Vónandi verður hansara skriviháttur nýttur sum dømi um góðan og fyrimyndarligan skrivihátt í skúlunum.
12-12-2006
|
Ummæli: Ali babba
Skrivað ummælið hevur:
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
|
Nærmyndir á markinum (Brot úr ummæli hjá Arnbirni Ólavssyni Dalsgarð)
Kynstrið at skriva sæst væl aftur í Ali babba og 49 øðrum blaðgreinum, ja er tað nakað, sum lyftir bókina upp á eitt stig, sum ger hana meira enn verda at lesa, so er tað júst tað. Her er lítið at seta fingurin á og nógv at øvunda hjá øðrum skrivandi. Tað er sum um at gerandismál, bygdarmál og skaldskaparmál alt gongur upp í eina hægri eind, sum ger sjálvt greinir um onkisigandi evni til eitt málsligt upplivilsi at lesa. Tað er eyðsæð, at rithøvundurin hevur arbeitt nógv við tí málsliga í greinunum, og at hann hevur lagt seg eftir at endurgeva fólk, hann hevur prátað við, so neyvt sum til ber, tó uttan at avlaga málið, og hesum er hann komin sera væl frá. Umframt stílfrøðiligu dygdirnar haldi eg eisini at tað er stórur fongur í greinunum í triðja parti, sum hevur yvirskriftina “Á markinum.” Her verður støðið tikið í størvum, sum millum manna verða mett at vera spennandi, so sum flogskipari, sløkkiliðsmaður, ljósmóðir og kavari. Her er veruliga nakað nýtt, nakað spennandi og forkunnugt at finna, bæði fyri ung, sum ikki enn hava valt sær eitt lívsstarv, og fyri vaksin, sum kanska framvegis droyma um tað lívsstarvið, tey ongantíð fingu. Her hoyra vit nú frákoyrda flogskiparan mana í jørðina allar mýtur um, at flogskiparar taka kjansir, tá teir lenda í Vágum. Her hoyra vit bjargingarskiparan greiða frá, hvussu tað er at seta lív sítt í vága fyri at bjarga teimum, sum eru í hóttandi lívsvanda á havinum. Og um ljósmóðurina, sum heldur, at tað er nógv stravnari at vera barnakona nú enn fyrr. Tað er ikki óhugsandi, at bókin júst verður ein góð hvat-skal-eg-vera-handbók hjá teimum yngru, soleiðis sum rithøvundurin sjálvur í formælinum sigur seg vilja tað. 11-12-2006
|
|
|
| NÝGGJAR ÚTGÁVUR |
1) 2) 3) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10)
|
|
| NÝGGJASTU TÍÐINDI |
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| NÝGGJASTU UMMÆLINI |
1) 2) 3) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10)
|
|
|
|