|
| TOP 10 - FØROYSKAR
|
|
vika 48. Frá 23. til 28.novembur
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| TOP 10 BARNABØKUR
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| Top 10 - 2008
|
|
Samlaða sølan av føroyskum bókum í 2008
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| Krimi listin
|
|
Velur tú DANSKAR BØKUR á bláa bjálkanum ovast, fært tú meira at vita um bøkurnar, og har kanst tú eisini bíleggja tær.
|
1) Liza Marklund: En plads i solen
2) Jens Lapidus: Cash
3) Jo Nesbø: Headhunterne
4) John le Carré: Marionetten
5) Camilla Läckberg: Mord og mandelduft
6) Arnaldur Indridason : Manden i Søen
7) Henning Mankell: Kineseren
8) Lene Kaaberbøl: drengen i kufferten
9) Ian Rankin: Exit Music
10) Mari Jungstedt: Den Inderste kreds
|
|
| Books about the Faroes
|
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
|
|
John Ronald Reuel Tolkien
J. R. R. Tolkien var eingilskmaður, men langt afturi í ættini var ein av
forfedrum hansara komin úr Týsklandi, og eftirnavnið ber brá av tí.
Tað sigst, at tað upprunaliga skal hava verið Tollkühn, ein sum hevur skil á
gandi, men tað visti eingin nakað um í hansara uppvøkstri.
Forbókstavirnir standa fyri nøvnunum John Ronald Reuel.
J. R. R. Tolkien føddur í Suðurafrika
Hóast bæði foreldrini vóru ensk, so var hann føddur í Suðurafrika í 1892.
Faðir hansara var ein av teimum mongu eingilskmonnunum, sum fór hagar at fáa
eitt livibreyð, og konan kom eisini hagar. Men lítli John livdi bert í
Suðurafrika til hann var trý ár. Pápin doyði, og mamman flutti aftur til
Onglands. Mamman doyði eisini tíðliga, og hann kom til góð fólk at vera.
Gávurnar hevði hann góðar, og fekk hann møguleika til at koma á bestu skúlar.
Tá hann var 22 ár brast fyrri heimsbardagi á. Hann kom upp í bretska herin eins
og flestu av teimum ungu, ið tá vóru, og hann var í skotgrøvunum á
vesturhermótinum í Norðurfraklandi. Hetta var ikki nakað trygt stað at vera.
Hann var við í einum bardaga, har 60.000 hermenn doyðu, so har breyt í bæði
borð.
Tá kríggið var av, hevði hann mist allar sínar bestu vinir, og av teimum, sum
gingu í hansara klassa, var hann tann einasti sum livdi. Hetta var bert tí fyri
at takka, at hann gjørdist sjúkur og kom burtur frá vígvøllunum.
Professari í málfrøði
Heimafturkomin skuldi hann taka upp aftur sítt friðarliga lív við lestri og
skriving, og gjørdist hann málfrøðingur. Sergrein hansara var tað málið, sum
verður kallað angulsaksiskt. Tá rómverjaríkið fall í fimtu øld tóku teir burtur
teir hermenn, teir høvdu standandi í Onglandi til at verja fólkini móti álopum
frá skotunum.
Fyri at verja seg heittu táverandi onglendingar á nakrar fólkabólkar, sum búðu á
teimum leiðum, har markið millum Týskland og Danmark er í dag. Jútar, anglar og
saksar løgdust ikki á boðini og sigldu yvir um Norðsjógvin og tóku ræðið í
landinum. Tað mál, teir tosaðu, gjørdist so almenna málið í Onglandi. Tað
líktist avbera nógv norrønum, sum er upphavið til íslendskt, føroyskt, norskt,
svenskt og danskt.
Tað, sum er varðveitt av angulsaksiskum, og tað er ikki lítið, er tí tað fyrsta,
ið er skrivað á einum máli, sum líkist okkara, burtursæð frá nøkrum rúnum. Tað
næsta, sum er varðveitt á hesum norðurlendsku málum er føroyingasøga og aðrar
fornsøgur.
Hobbin
Fyri at vera ein góður lærari í angulsaksiskum mátti Tolkien tí lesa norrønt, og
tað gjørdi hann saman við góðum vinum um 1930. So var tað ein dagin, hann sat og
rættaði próvtøkuuppgávur, at hann sá eitt blankt ark inn ímillum. Á tað arkið
skrivaði hann: »Í einari holu í jørðini búði ein hobbi.«
Burtur úr hesum kom bókin Hobbin út í 1937. Eftir øllum at døma er orðið hobbi
avlagað av onkrum navni fyri huldumann, og tað hann ger, er tí at greiða frá,
hvussu huldumenn eru, og hvat ið teir gera, og hvørjum teir eru saman við. Teir
berjast ímóti illum verum, trøllum, eiturkoppum og øðrum ringum, men teir eru
saman við álvum og eisini við monnum, sum teir mangan hjálpa.
Fremstur av hobbunum er Bilbo Pjøkin, sum av Gandálvi verður sendur við dvørgum
út á eina ferð, ið tekur eitt ár, at vinna á orminum Smáki. Hetta eydnast, og
hann kemur aftur í øllum góðum við miklum ríkidømi.
Gandaringurin
Men á hesi ferð hevur hann funnið ein gandaring. Tann, sum setir henda ring á
fingurin gerst ósjónligur.
Bókin um hobban Bilbo Pjøkan gjørdist sera væl umtókt, og forlagið bað og bønaði
professaran um at koma við einum framhaldi. Men hann gav sær góðar stundir, og
ár gekk av ári, uttan at forlagið fekk nakra bók.
Fimtan ár seinni kom hann so við einum handriti, og tað var framhaldið av søguni
um ringin. Teir á forlagnum øtaðust við, tí bókin var so stór.
Teir spurdu hann um hann ikki kundi minka hana, men tað kom ikki upp á tal, og
at enda kom henda bók út í trimum pørtum. Fyrsti partur, »Ringliðið« kom út í
1954, og í 1955 komu teir báðir næstu partarnir, »Tey bæði tornini« og »Kongurin
kemur aftur«.
Tjaldlega við húsini!
Í fyrstuni var ikki nógv hóvasták gjørt burtur úr hesum bókum. Harraguð, tað
komu so nógvar bøkur út, og hesar vóru stórar og dýrar. Men so hendi tað, at
eitt forlag í USA fór at geva út eina piratútgávu, sum tað ikki ætlaði at
Tolkien skuldi fáa nakað fyri, so hon kundi seljast bíliga. Men gølan, sum kom
burtur úr hesum, gjørdi at bókin varð nógv meir lisin, og tað var ikki við
mýkindum!
Serliga í sekstiárunum gjørdist hon ein rættilig kultbók. Ung fólk lósu hana, og
Tolkien gjørdist navnframur út um alt mark. Hann var jú 63 ár, tá ið bókin kom
út, og tá hann var farin um tey sjúti hendi tað, at ein klassi úr einum
studentaskúla í California kom við flogfari til Onglands í summarfrítíð síni og
gjørdi eina tjaldlegu uttan fyri húsini hjá honum fyri at vera í nánd av hesum
mæta rithøvundi.
Filmarnir
Hann doyði í 1973, og giti hansara er bara vaksið sínani. Bøkurnar verða
prentaðar umaftur og umaftur, ikki bert í teimum enskttalandi londunum, men
eisini í týðingum aðrastaðni.
Alt í alt er Søgan um Ringin prentað í meira enn 100 milliónum eintøkum, og sum
kunnugt vórðu tríggir filmar gjørdir um hesa bók, og høvdu teir metstóra
undirtøku.
Tað sigst ikki at vera serliga heppið at síggja ein film tá ið ein frammanundan
hevur lisið bókina. Øðrvísi er at lesa bókina eftir at hava sæð filmin, tí tá
sæst nógv meira ríkidømi í øllum møguligum smálutum.
Í so máta eru teir føroysku lesararnir væl fyri. Tann fyrsti parturin kom í
2003, annar partur í 2004, og nú í 2005 er triði og seinasti partur komin.
|
|
|
| NÝGGJAR ÚTGÁVUR |
1) 2) 3) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10)
|
|
| NÝGGJASTU TÍÐINDI |
1)
2)
3)
4)
5)
6)
7)
8)
9)
10)
|
|
| NÝGGJASTU UMMÆLINI |
1) 2) 3) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10)
|
|
|
|